Viðmerkjarar: "Torført, men ikki ómøguligt"

Viðmerkjarar: "Torført, men ikki ómøguligt"
Tað verður torført hjá Reiley at sleppa gjøgnum nálareygað og víðari í finaluna. Men tað er ikki ógjørligt, og Danmark er ikki úti enn, siga Eurovision-viðmerkjarar úr Danmark
11.05.2023 - 15:32

Tað ríður um snarið, um Reiley fer at megna at syngja seg í Eurovision-finaluna í annaðkvøld. Í øllum førum um tú hyggur eftir veddingafyritøkunum.

Summar meta Reiley enda á einum níggjunda og tíggjunda plássi. Aðrar meta, at Danmark endar nummar ellivu og sostatt ikki sleppur víðari. 

Tað verður torført, men tó ikki heilt ómøguligt, halda teir Morten Madsen og Carsten Helmig Nielson, ið eru Eurovision-fjepparar og reka heimasíðuna Eurosong.dk.

Tíðliga seinnapartin fóru teir inn til fyrstu royndina av fleiri fram ímóti framførsluni hjá Reiley í seinnu Eurovsion-hálvfinaluni í annaðkvøld. 

"Hugskotini hjá Reiley eru væl gjøgnumførd, men tað er nakað arbeiði eftir við røddini. Tað verður torført hjá Danmark at koma víðari, sigur Morten Madsen millum annað í samrøðu við Una Leitisstein Hansen stutt eftir fyrstu royndina. 

Hóast veddingafyritøkurnar ivast í, um Reiley megnar at syngja seg víðari til finaluna, eru donsku Eurovision-serfrøðingarnar kortini ikki heilt vónleysir. 

- Tað verður tætt, men vit trúgva upp á tað, sigur Carsten Helmig Nielson. 

Kringvarpið sendir beinleiðis frá seinnu hálvfinaluni, sum byrjar í kvøld klokkan 20. Gunnar Nolsøe og Siri Súsonnudóttir siga frá.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938