Pauli Jacobsen: - Eg havi tað av h****** til

Pauli Jacobsen: - Eg havi tað av h****** til
Føroyski U21-landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, tekur stóra ábyrgd av fjórðingsfinalutapinum fyri Serbia, tá ið vit hittu hann eftir dystin
29.06.2023 - 16:01

Pauli Jacobsen tók stóran part av fjórðingsfinalutapinum fyri Serbia á seg.

 - At fara út á hendan hátt, serliga tá ið eg haldi, at eg kanska havi størsta partin av skyldini sjálvur, er øgiliga tungt, segði U21-landsliðsmálverjin.

Pauli Jacobsen iðraði seg um fyrra hálvleik, har hann ongantíð fekk veruligt tak á sterka serbiska skjúttanum, Miloš Kos.

 - Eg eri kanska akkurát ov seinur á meir ella minni øllum bóltunum. Eg fari rætt so at siga hvørja ferð, men teir fara inn kortini, og so er tað líka mikið, segði hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947