
- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: "Samværi" skal stimbra samtalur um list
"Samværi", ella symbiosa, er ein støða, har tvær ólíkar verur liva saman báðum at gagni.
"Samværi" er eisini heitið á nýggjari útvarpssending um list, sum verður á skránni í útvarpinum týsdagar klokkan 16 í vetur.
Tvey av okkara fremstu ungu listafólkum, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list.
Einki aktualitetsprinsipp
Í hvørjum parti koma listafólk í prát við onnur, sum tey kanska annars ikki høvdu komið í samband við í listaheiminum.
Listafólkini tosa um listina og viðurskiftini hjá hvørjum øðrum.
"Sendingin hevur ikki nakað aktualitetsprinsipp galdandi fyri luttøku í sendingini, men heldur vil sendingin sjálv seta ymiskt á breddan," siga Beinir Bergsson og Dania O. Tausen, tá tey skulu lýsa Samværi.
"Tað verður heldur ikki soleiðis, at vit eru vertir, og hini listafólkini eru okkara gestir," staðfestir Dania O. Tausen.
"Vit tosa á jøvnum fóti við gestalistafólkini og somuleiðis verða gestirnir bidnir um at seta seg inn í listina hvør hjá øðrum, soleiðis at samrøðan kann fara djypri inn í tilgongdir og smálutir," leggur Beinir Bergsson afturat.
at sampla
Fyrsti partur av Samværi verður sendur í útvarpinum týsdagin eftir tíðindini klokkan 16.
Evnið í sendingini er "at sampla", sum merkir at læna úr øðrum verki og seta úrdráttirnar í nýggjan samanhang.
Tónlistamaðurin Lasse Thorning Jæger, ið framleiðir ljóðverk undir navninum Supervisjón, og yrkjarin Vónbjørt Vang hittast í Samværa og tosa um tað at sampla.
Vónbjørt Vang samplar, tá hon ger kolasjuyrkingar, og Lasse T. Jæger nýtir eisini sampling sum kompositionsteknikk, tá hann ger síni ljóðverk.
Hvat: Samværi
Hvar: í útvarpinum
Nær: týsdag kl. 16.05