Ridluskriði forðar fyri matleivdarætlanum í Tórshavnar Kommunu

Ridluskriði forðar fyri matleivdarætlanum í Tórshavnar Kommunu
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vildi fegin endurvunnið matleivdir, men vandi fyri smittu av seyðasjúkuni ridluskriða, ger tað trupult.
 
01.08.2025 - 16:20

Í Tórshavnar Kommuna eru í løtuni ein royndarskipan, har tað Í nøkrum grannaløgum eru komnar skiljiruskbingjur, har borgarar kunnu blaka glas og metal burtur. Men ætlanin er eisini, at menna møguleikarnar at endurvinna matleivdir, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tey hava eina aðra royndarverkætlan, har kommunan innsavnar frukt- og grønmetismatleivdir frá nøkrum matstovum og stórkøkum, og beina tað burtur á biogassverkið Førka hjá Bakkafrost, har tað verður gjørt til tø og biogass. Umleið helvtin av húsarhaldsburturkastinum í Tórshavnar Kommunu er matleivdir, sambært einari kanning hjá kommununi. Borgarstjórin sigur, at tey fegin vildu endurvunnið fleiri matleivdir, men tað er ein avbjóðing, tá kjøt skal endurvinnast og gerast til tøð. Tá er vandi fyri, at seyðasjúkan ridluskriði spreiðist, tá ið tað verður taðað. Tað er tí at smittan kann vera í tøðnum, sum so verður sprænd út.

 

Hoyr innslagið niðanfyri, sum verður í tíðundunum kl 18. 

1756394


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162