Tað krevur hvørki loyvi ella skráseting at stroyma vevmyndir í Føroyum

Tað krevur hvørki loyvi ella skráseting at stroyma vevmyndir í Føroyum
01.08.2025 - 19:25

Alsamt fleiri vevmyndatól eru um allar Føroyar, men har er einki yvirlit hvussu nógv eru, sigur Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum.

Vevmyndatól stroyma beinleiðis, og vísa veðrið ymsastaðni um alt landið.

Vevmyndatól eru øðrvísi enn vakmyndatól, ið hava sum endamál at taka upp og halda eyga við, til dømis fólki og handlum.

Eftirlitið við vevmyndatólum er ikki eins og umfatandi sum við vakmyndatólum, og tað krevur hvørki loyvi ella skráseting at seta upp vevmyndatól og stroyma vevmyndir:

- Tó eru undantøk, um vevmyndatólini eru ov nær við sethús og vegir, á ein hátt, so at fólk kunnu eyðmerkjast, tí tá er dátuverndarlógin galdandi, sigur Tóri Højgaard.

Hesum greiðir Tóri Højgaard nærri frá, í innslagi í Degi og viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329