Amerikanskir kavbátar til russiska markið

Amerikanskir kavbátar til russiska markið
Viðurskiftini millum USA og Russland versna í hvørjum
 
01.08.2025 - 19:54

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at senda tveir kjarnorkukavbátar til russiska markið. Tað skrivar hann á sínum egna sosiala miðli, Truth Social. Hann skrivar tó ikki, júst hvar kavbátarnir skulu sendast.

Donald Trump skrivar, at hann hevur tikið hesa avgerð eftir nakrar viðmerkingar frá fyrrverandi russiska forsetanum og forsætisráðharranum, Dmitrij Medvedev á miðlinum X. Medvedev er eisini næstformaður í russiska trygdarráðnum.

Á X skrivar Medvedev, at Donald Trump kemur við støðugum krøvum og hóttanum, ið bara kunnu tulkast sum nøkur stig til kríggj.

Donald Trump hevur hótt Russland við fleiri revsitiltøkum og hevur stytt tíðarskeiðið til ein friðaravtala skal vera fingin í lag millum Russland og Ukraina - freistin er skorin úr 50 døgum niður í 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025