VIDEO: Kári hevur KÍ-fepur og KÍ-bil

VIDEO: Kári hevur KÍ-fepur og KÍ-bil
Ætlanin er at fáa bæði KÍ-kvinnurnar, ið longu hava vunnið føroyameistaraheitið, og KÍ-menninar at seta sínar undirskriftir á KÍ-bilin við gull-tussjpenni
Kári Sólstein
Kári Vitalis við sínum KÍ-bili til dyst í Gundadali fríggjakvøldið, tá KÍ tók eitt avgerandi fet fram móti meistaraheitinum
18.09.2023 - 13:18

Um KÍ-ørskapur var sjúkugrein, so er lítið at ivast í, at Kári Vitalis hevur ta sjúkuna. 

Kári Vitalis er so stórur KÍ-fjeppari, at hann hevur fingið bilin sproytaðan í KÍ-litunum. 

Fríggjakvøldið var hann í Havn og fylgdi við, tá KÍ-menninir tóku eitt avgerandi fet fram móti føroyameistaraheitinum við einum 2-1 sigri á HB. 

 

Gull-Mikkjal er ikki gloymdur

Ætlanin er at fáa bæði KÍ-kvinnurnar, ið longu hava vunnið føroyameistaraheitið, og KÍ-menninar at seta sína undirskrift á KÍ-bilin. 

Og um nakar heldur, at Mikkjal Thomassen er gloymdur í øllum KÍ-feprinum, ið hevur herjað í summar, so mugu fólk halda um aftur. 

Undirskriftin hjá Mikkjali (Thomassen) skal hava heiðurspláss á bilinum, ætlar Kári Vitalis. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655