- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virðingin fyri kekkum stór
Føroyar taptu 5-0 í vinardysti móti Kekkia í november í fjør. Úrslitið var frægari á Tórsvølli í summar, tá tapti føroyska landsliðið 3-0.
Håkan Ericson, høvuðsvenjari, væntar tí sjálvsagt ein truplan dyst í annaðkvøld á Doosan leikvøllinum í Plzen.
Tað sama ger aldursforsetin á føroyska landsliðnum, Sølvi Vatnhamar.
Hóskvøldið taptu kekkar 3-0 fyri Albania á útviølli, hóast teir sótu á mesta spælinum. Kekkia liggur í løtuni á 3. plássi við átta stigum.
Kekkia hevur tó spælt ein dyst færri enn Póland og Albania, sum liggja frammanfyri á stigatalvuni við ávikavist 9 og 13 stigum.
Føroyar taptu eisini hóskvøldið
Ov fáar renningar og ov fáar sendingar aftur um pólsku verjuna.
Tað var høvuðsniðurstøðan hjá Håkani Ericson, sum ásannaði álopstrupulleikar í 2-0 tapinum fyri Póllandi, hóskvøldið.
Sum so ofta hjá føroyska liðnum, verður verjuspælið avgerandi í dystinum móti Kekkia.
Men føroyski landsliðsvenjarin vil, at álopsspælið hjá føroyingum skal bera brá av renningum aftur um kekkisku verjuna og at deyðbóltarnir verða vandamiklir.