Hondbóltsfepurin við Løgmannabreyt er høgur

bannari
Hondbóltsfepurin við Løgmannabreyt er høgur
Ikki færri enn sjey spælarar í føroyska EM-hondbóltshópinum hava gingið í skúla við Løgmannabreyt í Hoyvík, har tey fara at gera nógv burturúr endaspælinum
09.01.2024 - 10:55

 - Fepurin er rættiliga høgur, omanfyri 40, haldi eg.

Tað sigur Høgni Joensen, stjóri á skúlanum við Løgmannabreyt, har tey eru óvanliga spent til EM í hondbólti, sum byrjar hósdagin.

Ikki færri enn sjey spælarar hava fingið sín barnalærdóm við Løgmannabreyt; Helgi Hildarson Hoydal, Pætur Mikkjalsson, Jónas Gunnarsson Djurhuus, Leivur Mortensen, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Jacobsen og Rói Ellefsen á Skipagøtu.

Stjórin fortelur, at teir kanska ikki altíð vóru so lættir at fáa í tíma, men sum hann sigur: - Tað er ein farin tíð. Nú fegnast Høgni Joensen, eins og allir aðrir hoyvíkingar, um, at teir sjey skulu umboða Føroyar á størsta hondbóltspallinum.

 - Eg eri øgiliga stoltur og glaður teirra vegna. Eg haldi, at allir hesir her, og eisini aðrir, sum eru í periferiini á veg inn, eru næmingar, sum hav gingið og havt hondbólt her á skúlanum, sigur Høgni Joensen. - Men eg skal ikki eiga alla æruna av tí, skundar hann sær at leggja afturat.

Allir dystirnir hjá Føroyum verða vístir á stórskíggja í skúlanum við Løgmannabreyt.



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576