Neyðugt at skilja ruskið og binda væl um posan

Neyðugt at skilja ruskið og binda væl um posan
Tað dregur rottur til og kann standast ein smittuvandi, um ruskið ikki verður handfarið rætt, nú verkfall er, og einki rusk verður heintað
22.05.2024 - 18:52

- Tað er umráðandi, at vit øll gera okkara og skipa burturkastið væl. 

Tað sigur Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, umhvørvismálsviðgeri á Umhvørvisstovuni. 

 

Matleivdir skulu skiljast frá

Tað er neyðugt at skilja ruskið væl, nú verkfall er. Fyrsta stigið er at skilja matleivdir og vanligt húsarhaldsburturkast, sigur umhvørvismálsviðgerðin. Eisini er av stórum týdningi, at binda væl um posarnar við burturkasti, fyri at sleppa undan lukti og harvið skaðadjórum. 

 

Ruskposarnir skulu standa rætt

Umframt at tað er umráðandi at skilja tað, sum fer í ruskposarnar, má eisini hugsast um, hvar fullu ruskposarnir verða settir. Teir skulu standa turt og kalt og helst inni í eitt nú einum hjalli ella bilhúsi, ella har rotta og onnur dýr ikki kunnu koma framat. 

Kringvarpið var í dag á gátt hjá Umhvørvisstovuni, sum gav nøkur góð ráð, hvussu skilabest er at handfara ruskið, ið fer at fyllast, so hvørt verkfallið heldur fram. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532