Fegnaðist um málið og sigurin

Fegnaðist um málið og sigurin
19 ára gamal Petra Hoydal, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í Danmark, kom á vøllin í seinna hálvleiki, og framherjin kundi fegnast um mál í sínum fyrsta A-landsdysti
31.05.2024 - 19:39

Ein góður tími var spældur, tá Petra Hoydal var send á vøllin til sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar.

Framherjin, sum fyrr hevur spælt fimm ferðir fyri føroyska U19-landsliðið, býr í Danmark, men mamman er føroysk, og nú fekk 19 ára gamla Petra Hoydal kjansin frá Signe Pries Andersen.

Og hon gjørdi skjótt av. Tá 11 minuttir vóru eftir at spæla, fekk hon fótin á eitt innlegg frá Jensu Tórálvsdóttir, og bólturin smeyg sær innum mállinjuna til 4-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

 - Hetta var ein stór uppliving. Eg eri sera fegin um at fáa mín fyrsta landsdyst, og at tað eydnaðist at vinna, segði Petra Hoydal.

 - Tað var vilt (at fáa mítt fyrsta mál, red.). Tað var tað, eg hevði vónað, og eg eri errin av tí.

Sunniva Willemoes Dal Christiansen, Ásla Johannesen og Birita Ryan skutu hini málini í føroyska stórsigrinum. Tey komu øll eftir deyðbóltar.

Týsdagin vitjar Grikkaland á Tórvølli í fjórða dystinum í hesi EM-undankappingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454