Sumbingar rógva aftur

Sumbingar rógva aftur
Sumbiar Ítróttafelag er endurstovnað, og sumbingar høvdu eisini ein bát við á norðoyastevnu. Broddur róði í barnaróðrinum hjá gentum, men ætlanirnar eru størri enn so
Jan Herman Hansen / RSF
04.06.2024 - 10:00

Kann hugsast, at vit fara at síggja Sumbing í tíggjumannafarsróðrinum um ikki so nógv ár?

 - Nei, tað tosi eg ikki at svara fyri, men tað hevði verið skeg. Tað hevði verið øgiliga stuttligt, tí Sumbiar kommuna er jú tríggjar lítlar bygdir, so tað er avmarkað, hvussu nógv fólk mann hevur, men 11 mans, tað átti at latið seg gjørt.

Tað segði forkvinnan í Sumbiar Ítróttafelag, Hallbera Joensen, eftir norðoyastevnuróðurin.

Og Tórður Mikkelsen hevði kanska hug at hyggja dekan ov langt fram í tíðina, tí í løtuni handlar tað um barnaróðurin hjá endurstovnaða kappróðrarfelagnum sunnast í Føroyum.

Broddur, sum rør í barnaróðrinum hjá gentum, er einasti báturin hjá Sumbiar Ítróttafelag í ár, men ætlanin er ikki at steðga har, sigur forkvinnan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558