Alex rakti best á heimabreyt

Alex rakti best á heimabreyt
Alex Johannesen var ísakaldur, tá finaluumfarið í føðingardagskappingini hjá Eysturskoti í Leirvík varð skotið, og vann á heimabreyt
17.06.2024 - 19:07

Alex Johannesen vann føðingardagskappingina í OL-trap, sum var í Leirvík leygardagin. Tað er triðju ferð, at sterki skjúttin vinnur kappingina hjá Eysturskoti á heimabreyt.

Heimamaðurin var javnur við Jonhard Klettheyggj og Jón Jacobsen úr Byrsumúla eftir innleiðandi skjótingina, men í finaluni var Alex Johannesen tryggari og vann við 87 stigum. Trý framman fyri Jonhard Klettheyggj.

 - Sjálvandi hevur tað týdning at vinna kappingarnar. So nógvar, sum mann kann, helst allar, men at vinna tær á heimabana er sjálvandi altíð eitt sindur betri, segði Alex Johannesen, sum skal umboða Føroyar í Nordic Shooting Range saman við feðgunum Jonhardi og Bartali Klettheyggj í august.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744