Útlendingastovan skal viðgera uppihaldsloyvir

Útlendingastovan skal viðgera uppihaldsloyvir
Arbeiðsloyvir, ES-loyvir, ítróttaloyvir og loyvir um familjusameining skulu frá 1. september málsviðgerast í Føroyum
06.08.2024 - 19:23

Útlendingar, sum ætla at søkja ella leingja sítt uppihaldsloyvi eftir 1. september, skulu senda umsóknina beinleiðis til Føroya og ikki til Danmarkar, sum annars hevur verið gjørt.

Tað er Útlendingastovan, sum frameftir fer at taka sær av at málsviðgera umsóknirnar um uppihaldsloyvi.

Hóast føroyskir myndugleikar nú skulu taka sær av at viðgera arbeiðsloyvir, ES-loyvir, ítróttaloyvir og loyvir um familjusameining í Føroyum, so fara danskir myndugleikar tó framvegis at taka sær av asyløkinum, umsóknum um Visum og eisini um ríkisborgararætt.

Í løtuni er eitt skriv frá danska Udlændinge-og integrationsministeriinum um yvirtøkuna av uppihaldsloyvum til hoyringar hjá myndugleikum og ráðum í Føroyum. Freistin at svara hoyringarskrivinum er 19. august.

Umleið 3.000 avgerðir skulu takast um uppihaldsloyvi árliga - nógvar teirra eru leingingar av uppihaldsloyvum hjá fólkum, sum longu eru komin til Føroya.

- Tað hevur tikið fleiri ár at koma her, at vit kunnu taka okkum av umsóknunum, men tað er upplagt, at hetta verður gjørt í Føroyum. So eru vit eisini tættari at brúkaranum, sigur Sólva G. Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni.

Frameftir skulu umsóknir um uppihaldsloyvir latast inn á løgreglustøðini, hjá Útlendingastovuni, ella fyri tey, sum eru í heimlandinum, verða umsóknirnar latnar inn á sendistovum har.

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, vitjaði í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. september
Veðrið - teknmálstulkað
180497
Mikudag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180482
Týsdag 10. september
Veðrið
180470
Týsdag 10. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180424
Sunnudag 8. september
3-2
180345