- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býráðslimir kunnu fáa rokning
Ein eykarokning frá J&K upp á 6,5 mió. kr. fyri langhylin er endað á borðinum hjá Tórshavnar kommunu.
Meirkostnaðurin er fyri rentu- og príshækkingar, ið standast av óvanliga prísvøkstrinum, sum hevur verið seinastu árini.
Rokningina hevur eitt samt býráð valt at rinda, hóast tey ikki hava lov til tað.
Trupulleikin í hesum førinum er, at tá arbeiðstøkusáttmálin varð undirskrivaður, so var hædd tikin fyri, hvussu prísøkingar skulu greiðast.
Tí hevur kommunan ikki skyldu at rinda meir enn tað, sum er ásett í avtaluni, sambært Eyðbjørn Larsen, advokatur, sum Tórshavnar kommuna hevur leitað sær ráðgeving frá.
Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið.
Málið skal viðgerast í býráðnum eina ferð aftrat, aðrenn tað er endaliga samtykt.
Um samtykt verður at rinda rokningina, kunnu býráðslimirnir ábyrgdast fyri tað.