Taraskógir vaksa við veðurlagsbroytingum

Taraskógir vaksa við veðurlagsbroytingum
Helst fer tarin at vaksa í økjum við pólarnar, samstundis sum sjógvurin fer at gerast heitari. Tarin upptekur koltvíilt - tí er hetta ein lítil glotti
20.08.2024 - 19:16

So hvørt, sum hitin í havinum veksur vegna veðurlagsbroytingar, og nýggj havøki og firðir gerast ísfrí, eru ábendingar um, at tari fer at breiða seg í økjum nærri pólunum.

Júst hetta, at tarin fær betri pláss, er eitt lítið ljóspunkt, tí tarin upptekur nevniliga koltvíilt, sum aftan á nøkur ár verður langtíðarvarðveitt á botninum á djúpum havi. 

Granskingarverkætlanin, BlueCea, hevur kannað tarastandin á føroysku- og grønlendsku firðunum seinasta 1 1/2 árið. Narissa Bax, granskari á grønlendsku umhvørvisstovuni, samskipar verkætlanina.

Tá sjógvur upptekur og varðveitir koltvíilt á havbotninum, nevnist hetta blátt kolevni.

Sjógvurin her norðuri á klótuni er serliga áhugaverdur at kanna í samband við bláa kolevnið, tí tað verður mett, at sjógvarnir her um leiðir fara at standa seg frægast í veðurlagsbroytingunum.

Narissa Bax sigur í samband við verkætlanina at fyri framhaldandi at fáa gagn av kolevnissvølgum við pólarnar og fyri at keypa okkum tíð ímóti veðurlagsbroytingum, mugu vit tryggja, at vistskipanir í djúphavum og leiðir, sum tann frá makroalgu til botnseting á djúphavi, eru væl vardar ímóti neiligari menniskjaligari ávirkan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558