Vilja flúgva hægri á Sandoynni

Vilja flúgva hægri á Sandoynni
Flogbólturin í B71 hevur tað gott. Smáir hundrað íðkarar spæla í gulum og bláum, men nýggju tíðirnar krevja eisini meir av felagnum, sum fegið vil flúgva eitt sindur hægri
10.09.2024 - 11:58

B71 er meir enn fótbóltur. 

Í høllini inni í Dal venja upp ímóti 100 íðkarum flogbólt. Felagið leggur stóran dent á 'flogbørn' og hevur eisini nøkur landskappingarlið í ymsum aldursbólkum.

Tá børnini gerast eldri, vaksa krøvini eisini, ásannar samskiparin, Jonna Jensia Thomsen, og tí leitar felagið eftir einum venjara.

 - Tá gerst neyðugt at fáa onkran við meira royndum suður, og tað er so tað, sum vit eru í gongd við nú, segði Jonna Jensia Thomsen.

 - Vit hava søkt eftir venjara, og vit høvdu vónað, at havt ein nú flogbólturin byrjar aftur, men enn hevur tað ikki borið á mál. Men tunnilin er her, vit hava góðar umstøður, so vit hopa at fáa onkran suður at venja saman við okkum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329