Simona brúkar tónleikin sum hjálpiamboð fyri sorg

Simona brúkar tónleikin sum hjálpiamboð fyri sorg
Í samband við minningardagin teirra sjólátnu, hevur Simona Paula á Fríðriksmørk givið sang út, ið er ognaður mammuni. Mamman sat eftir við trimum smábørnum, tá Sjóborgin fórst
Privat/Instagram/Simona Paula á Fríðriksmørk
01.11.2024 - 21:45

Sjóborgin, sum var heimahoyrandi á Strondum, fórst 2. apríl í 1998, og fimm mans sjólótust.

Í dag er minningardagur teirra sjólátnu, og í hesum sambandi hevur Simona Paula á Fríðriksmørk givið sang út, ið er ognaður mammuni, sum sat eftir við trimum smábørnum, tá Sjóborgin fórst.

Simona var tveir mánaðir gomul, systurin var eitt ár og beiggin var trý ár, tá vanlukkan hendi.

Hóast Simona var nýføðingur, hevur sorg, ótti og ein hópur av ósvaraðum spurningum altíð ligið í bakhøvdinum.

Sum árini eru liðin, havi hon undrast á, hvussu mamman hevur megnað at givið henni og systkjunum eitt so gott og eydnusamt lív. 

Fyri Simonu er mamman tann sterkasta, sum hon kennir, og hon hevur altíð verið hennara vegleiðari. 

– Hon hevur ongantíð klagað um sína ringu lagnu framman fyri okkum. Eg veit tó, at tað eru fleiri tankar og kenslur aftanfyri hennara lagnu, men eg eri bangin fyri at spyrja hana um hetta, tí gerst hon kedd, so gerist eg eisini kedd, sigur Simona.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688