Eldsálin 2024: Súsanna Maria fjálgar um B36-familjuna

Eldsálin 2024: Súsanna Maria fjálgar um B36-familjuna
- B36 er ein góður felagsskapur, og her kann eg gera mun. Tað sigur Súsanna Maria Hansen, varaforkvinnan í B36, sum er í uppskoti til ítróttaeldsálina hjá ÍSF
14.01.2025 - 13:13

Øll í B36 kenna Súsannu Mariu Hansen og døtur hennara, og tað er ikki so løgið.

 - Mínar gentur eru mestsum føddar inn í B36-húsið. Tóra, tann yngra, varð fødd í januar, og eg byrjaði sum venjari í februar og hevði hana í fetli, meðan eg rann úti á vøllinum og vandi Jonnu, ta eldru, sigur Súsanna Maria Hansen.

Hon er í dag varaforkvinna í B36, men nólsoyingurin hevur brúkt stóran part av lívinum í Gundadali sum spælari og venjari hjá teimum hvítu og svørtu.

 - B36 er ein góður felagskapur at vera í, og eg føli, at eg kann gera mun, staðfestir hon. 

 

Fjálgar um B36-familjuna

Súsanna Maria Hansen gongur upp í felagsskapin við lív og sál, og ger alt fyri at fólk trívast í felagnum. Bæði tey, sum hava sína dagligu gongd í B36-húsinum, men eisini tey, sum vitja til kappingar í annað.

 - Eg ivist ikki í, at allir felagsskapir í Føroyum vildu ynskt at havt hana sum partur av sínum felagsskapi, sigur B36-forkvinnan, Marita Debess Magnussen.

 - Hon er eitt menniskja, sum altíð er í ja-hattinum. Sera smílandi og fyrikomandi. Tá hon er í húsinum, fær hon øll at tíma at gera meir.

 

Kvinnufótbóltur er hjartabarnið

Eingin ivi er kortini um, at fótbólturin við gentum og kvinnum er hjartabarnið hjá fyrrverandi verjuspælaranum, sum spældi meir enn 200 dystir fyri besta liðið.

 - Hon dugdi væl at takkla, og so var hon altíð soleiðis: "Kom nú gentur!", flennir fyrrverandi liðfelagin og vinkonan Elsa Anna Kjartansdóttir Mohr.

 - Hon er eitt sindur eldri enn eg, so hon hevur altíð verið ein sovorðin mamma fyri meg, sigur Elsa Anna Kjartansdóttir Mohr.

Tá Súsanna Maria Hansen fór upp í nevndina, var tað millum annað við tí fyri eyga, at bøta um umstøðurnar hjá kvinnum og gentum í felagnum.

 - Tá helt hon, at nú hava vit tosað so nógv um kvinnufótbólt. "Eg føli, at eg havi ikki nóg nógva ávirkan. Eg fari bara í nevndina. Har havi eg ávirkan". Og har hevur hon siti í fýra ár og hevur virkuliga verið tann persónurin, sum hevur fingið nevndina at lurta og flutt okkara kvinnufótbólt til tað stigið, sum hann er á í dag, sigur Marita Debess Magnussen.

 

Súsanna Maria Hansen er í uppskoti til heiðurin Ítróttaeldsálina 2024, sum Ítróttasamband Føroya letur á árliga Ítróttafagnaðinum 1. februar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345