Ósemja um vegaføring á Sandoynni

Ósemja um vegaføring á Sandoynni
Á Sandoynni er ósemja um farleiðina, sum skal gerast í samband við Suðuroyatunnilin.
30.04.2025 - 18:52

Um midnáttarleitið í gjárskvøldið bleiv nýtt álit kunngjørt í samband við Suðuroyðartunnilin. Í skjalinum er vegaføringin á Sandoynni eisini nevnd.

Men um hetta er gott ella ringt, er ósemja um. 

Ósemja á Sandoynni

Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík sigur hetta vera ein gleðisdagur. Meðan Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, ikki veit, hvad hann skal halda longur.

Hann vil ikki hava tunga ferðslu gjøgnum bygdina. Tað eru vegirnir ikki gjørdir til, sigur hann.

Vegur skal verða á Traðarhamri

Í álitinum verður lagt upp til eina farleið á Traðarhamri, og eisini stendur, at tað eigur at verða kannað, um eitt berghol skal gerast gjøgnum Traðarhamar. 

Á sandi stúrir mann fyri tungari ferðslu - og tað er óansæð um ein vegur verður gjørdur gjøgnum bygdina ella ikki.

Men sambært Linjohn Christiansen er onki at verða ónøgdur um, soleiðis sum nýggja álitið sær út. "Tey hava fingið allan sín vilja," sigur Linjohn Christiansen.

Ringt at sleppa undan tungari ferðslu

Hóast mann á Sandi vil sleppa heilt undan tungari ferðslu, kann hetta verða ringt at tryggja.

Sambært Kristiani Oskar Henriksen hevur kommunan sagt landsins mynduleikum frá. Um hetta ikki er nokk, verður møguliga neyðugt at stilla seg at forða fyri ferðsluni á vegnum, leggur hann aftrat.


Virksemi í Skálavík krevur gott vegasamband

Men í Skálavík er stórur aktivitetur bjóðar mann ferðsluni vælkomnari. Linjohn Christiansen leggur dent á virksemi hjá MBM og Bakkafrosti, sum eru komin til bygdina. 

"Øll hesi stóru aktivini, sum koma nú til Skálavíkar, krevja eitt gott vegasamband," sigur Linjohn Christiansen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329