Landsliðið væntar sær truplan útidyst

Landsliðið væntar sær truplan útidyst
Føroyska manslandsliðið í hondbólti væntar sær harða mótstøðu móti Kosovo á hallargólvinum í Pristina í annaðkvøld, uttan stóra føroyska áskoðarafjøld í rygginum
07.05.2025 - 14:29

Føroyar vunnu við 11 málum í einari fullsettari ítróttahøll á Hálsi seinast landsliðini møttust.

Tað var í november í fjør og var fyrsti dystur í hesari EM-undankappingini.

Nógv vatn er runnið í ánna, síðan tá. Føroyar eru oddalið í bólkinum við 5 stigum og Kosovo liggur aftast við 3 stigum.

Kosovo hevur fingið øll síni stig á heimavølli. Balkanlandið spældi javnleik móti Hollandi í november og vann móti Ukraina í mars.

Føroysku spælararnir og venjarin vænta sær tí truplan dyst í háborgini í høvuðsstaðnum í Kosovo.

Tað skal vilja illa til hjá føroyska landsliðnum, sleppur liðið ikki við til EM-endaspælið í januar 2025.

Javnleikur móti Kosovo er nóg mikið, so er enn eitt EM-endaspæl veruleiki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194