Bakkafrost 652 milliónir í avlopi fyri skatt í fjør

Bakkafrost 652 milliónir í avlopi fyri skatt í fjør
107.000 tons av laksi vóru tikin í fjør, afturímóti 90.700 tonsum í fyrraárið
Bakkafrost hevði aftur eitt gott ár í fjør.
 
27.03.2026 - 11:30

Úrslitið hjá Bakkafrost-samtakinum í fjør var 888 milliónir krónur, hóast avbjóðingar vóru við lágum laksaprísi. Umsetningurin var sjey milliardir krónur.

Bakkafrost hevur kunngjørt ársfrágreiðingina fyri 2025.

Bakkafrost tók sløk 107.000 tons av laksi í fjør. Árið fyri vórðu tikin 90.700 tons.

Lívrøðiliga gongdin hjá Bakkafrosti í Føroyum var góð, og fellið var lítið.

Smoltalingin setti met. 18,7 milliónir smolt vóru sett út, og miðalvektin á teimum var 453 gramm.

 

Strategiin í Skotlandi riggar

Bakkafrost sigur at í Skotlandi er strategiin um at seta stór smolt á sjógv farin at geva úrslit, og miðalvektin á tiknum laksi í fjør var 5,3 kilo.

Dentur verður lagdur á fiskaheilsu og djóravælfrð, og í fjør yvirlivdu í meðal 93 prosent av fiskinum í sjógvalingini.

Bakkafrost rindaði 947 milliónir í lønum í fjør. 

Bakkafrost hevur aðalfund í apríl, og tá fer nevndin at skjóta upp at gjalda vinningsbýti upp á tríggjar krónur og 45 oyru fyri hvørt partabrævið. 

Les meira her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595