Íslendski forsætisráðharrin: "Mugu vísa sterka fyristøðu í nærumhvørvinum"

Íslendski forsætisráðharrin: "Mugu vísa sterka fyristøðu í nærumhvørvinum"
Kristrún Frostadóttir, íslendskur forsætisráðharri, ger vart við, at tað er umráðandi, at londini í Norðuratlantshavi yvirhøvur tosa nógv saman og vísa øðrum, at her ráða vit
Bjarni Árting Rubeksen
Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir
12.05.2025 - 12:50

Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir, luttekur eisini á trygdarpolitiska toppfundinum í Føroyum.

"Vit her í Norðuratlantshavinum mugu vísa sterka fyristøðu her í okkara nærumhvørvi, tí um vit ikki gera tað, so gera stórveldini tað fyri okkum," segði hon.

Kristrún Frostadóttir vildi ikki tosa spentu støðuna í Norðuratlantshavi upp, men hon ásannaði, at tað er eisini umráðandi, at londini í Norðuratlantshavi hava tætt samstarv og samskifti um støðuna.  

Íslendski forsætisráðharrin nýtti eisini høvið at gera vart við serliga tætta sambandið millum Føroyar og Ísland, og hvussu umráðandi tað er, at tjóðirnar hava tætt samskifti um tað, ið rørir seg her um okkara leiðir.  

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672