U21-menninir: Tey nærmastu tóku ímóti í Vágum

U21-menninir: Tey nærmastu tóku ímóti í Vágum
U21-hondbóltsmenninir fingu bæði klemm og muss, tá teir lendu í Vágum í gjárkvøldið. Nógv fólk tók ímóti landsliðnum, sum sunnudagin tryggjaði sær HM-bronsuheiðursmerkini
01.07.2025 - 09:35

Hóast farið var um songartíð, vóru bæði stór og smá møtt upp í Vágum at taka ímóti U21-hondbóltsmonnunum, sum komu aftur til Føroyar í gjárkvøldið.

Ommur og abbar, mammur og pápar, systkin og unnustur. Øll gleddu seg at klemma og mussa teir, sum tey høvdu fylgt seinastu vikurnar.

 - Tað er øgiliga stórt at koma heim til so nógvar føroyingar, sum tíma at taka ímóti okkum, segði Óli Mittún, sum enn einaferð hevur bergtikið bæði føroyingar og onnur við sínum hondbóltskynstrum síðstu vikurnar.

Ein annar av høvuðsmonnunum á føroyska U21-landsliðnum er Ísak Vedelsbøl, sum gekk á odda sum liðskipari.

 - Vit eru ernir av at síggja, hvussu nógv tað hevur at siga fyri Føroyar, segði sterki strikuspælarin.

 - Tað er deiligt at koma heim. Nú hava vit havt ein strævnan túr eisini, men at koma heim við heiðursmerki ger tað eyka deiligt, segði Ísak Vedelsbøl.

Føroysku spælararnir fara nú aftur til gerandisdagin. Fleiri av teimum eru blivnir studentar og hava tískil ovmikið at hátíðarhalda.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233