Jónas: Hetta er sum ein gull fyri okkum

Jónas: Hetta er sum ein gull fyri okkum
Bæði menninir og kvinnurnar vunnu heiðursmerki í 4x400 metur sprint. Menninir vunnu silvur og kvinnurnar bronsu
Tróndur Arge
F.v: Jónas Gunnleivsson Isaksen, Dánjal Dahl Ljósheim, Tummas Petur Sjóvará og Andreas Bjarnastein Antoft
18.07.2025 - 22:38

Frælsur ítróttur setti punktum við tveimum heiðursmerkjum í 400 metra stafettunum. Hjá monnunum vunnu Tummas Petur Sjóvará, Andreas Bjarnastein Antoft, Dánjal Dahl Ljósheim og Jónas Gunnleivsson Isaksen silvur við tíðini 3:22.83. Jersey vann við tíðini 3:17.35

 - Fyri okkum er hetta sum eitt gullheiðursmerki. Jersey hevur bara ein rennara, sum rann innleiðandi og teir kundu spara. Tað kunnu vit ikki, men eg skuldi bara hava hatta 2. plássið, sigur Jónas G. Isaksen.

Hjá kvinnunum hevur eisini verið fráfall í manningini og tí bleiv heitt á Elisabet Holm Simonsen, um at traðka til. Tað gjørdi hon so mikið væl, at føroysku kvinnurnar vunnu bronsu í 4x400 metur hjá kvinnunum.

 - Hetta hevur stóran týdning fyri okkum og vónandi kann hetta gera, at fleiri gentur velja at koma at renna, sigur Oddvør Josephsen.

Hinar á liðnum vóru Maria Biskopstø, ið rann avbera væl, og Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum setti punktum. Hon helt eftir renningina, at Abi Galpin hjá Guernsey hevði hug at forða seinastu metarnar.

 - Mær vitandi er tað snýt. Hon rann altíð fyri, so eg ikki slapp at yvirhála hana. Eg veit ikki um hevði klárað at verið fyrr á mál, men tað hevði broytt fortreytirnar um eg slapp framum á langsíðuni, sigur Margit Weihe Fríðmundsdóttir.

Frælsur ítróttur vann fýra gull, trý silvur og fimm bronsuheiðursmerki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985