Løturnar: Oyggjaleikir Føroyar seint fara at gloyma

Løturnar: Oyggjaleikir Føroyar seint fara at gloyma
Oyggjaleikirnir í Orknoyggjum vóru serstakir fyri Føroyar. Við hørðum arbeiði, sterkum vilja og framúr avrikum vunnu føroysku íðkararnir fyri fyrstu ferð síðan 2009.
20.07.2025 - 18:24

Naknu tølini siga eina týðiliga søgu.

Við 41 gullmedaljum og 95 heiðursmerkjum í alt vunnu Føroyar stórsigur á oyggjaleikunum í Orknoyggjum. Fyrsti sigurin síðan 2009 og bert annar síðan byrjanina í 1985. Eingin annar hevði nakrar kjans hesa ferð.

Men tølini siga ikki alla søguna. Úrslitini á oyggjaleikunum vóru klimaksið, hæddarpunktið, men aftanfyri hvørt einasta avrik liggja túsundtals tímar av stríði, nærlagni og eldhuga.

Áhaldandi venjingin eitt ár fyri og annað eftir. Samstarvið og samspælið millum íðkara og venjara. Viljin til at halda fram, tá hugurin er burtur. Alt hetta er lætt at gloyma í gyltu løtunum. 

Men tað er júst tað, sum liggur aftanfyri øll tey flottu tølini. Her eru løturnar frá oyggjaleikunum, Føroyar seint fara at gloyma.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342