Bíða í mánaðir eftir arbeiðsloyvum: Landsstýrismaðurin lovar loysnir

Bíða í mánaðir eftir arbeiðsloyvum: Landsstýrismaðurin lovar loysnir
Fyritøkur bíða í mánaðir eftir arbeiðs- og uppihaldsloyvum til starvsfólkini. Vinnan sigur, at støðan er ótolandi og at tað hevur ávirkan á bæði starvsfólk og virksemi.
12.09.2025 - 19:21

Føroyskar fyritøkur hava seinastu mánaðirnar gjørt vart við, at bíðitíðin eftir arbeiðs- og uppihaldsloyvi er vorðin alt ov long. Síðani føroyskir myndugleikar í heyst yvirtóku umsitingina av loyvunum úr Danmark, eru málsviðgerðir farnar at taka fleiri mánaðir. 

Hetta skapar stórar avbjóðingar, bæði fyri fyritøkurnar, sum hava tørv á arbeiðsmegi, og fyri starvsfólkini, sum í mánaðir ganga í óvissu um síni rættindi. Útlendingastovan, sum viðger umsóknirnar, hevur í dag ov lítla arbeiðsorku, og er ein av høvuðsorsøkunum til trupulleikan.

Bæði hotell- og byggivinna hava sett orð á, hvussu støðan rakar teirra virksemi. Fyritøkur hava upplivað, at loyvini ikki verða endurnýggjað tá tey skulu, og at starvsfólk ikki tora at fara úr landinum, tí tey ikki hava fingið endaliga váttan. Tað hevur bæði rakstrarligar og fíggjarligar fylgjur.

Vinnan heldur, at støðan er ótolandi, og hevur víst á, at tað kundi verið skilagott at flutt málsøkið aftur til Danmarkar, har svartíðirnar vóru styttri og samskiftið greiðari.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, ásannar trupulleikan og sigur, at loysnir eru á veg.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329