Elin Maria: Longstu fimm minuttirnir í lívinum

Elin Maria: Longstu fimm minuttirnir í lívinum
Útskifta Elin Maria Isaksen mátti hyggja at seinastu minuttunum av steypafinaluni ímóti KÍ av beinkinum, men HB helt fast, og so endaði alt í gullrúsi
27.09.2025 - 22:37

 - Hon er heilt, heilt, heilt ekstremt góð.

Tað segði royndi HB-spælarin Elin Maria Isaksen um kensluna, hon stóð við, eftir at HB hevði tryggjað sær steypagullið við 1-0 sigri á KÍ á Tórsvølli.

Rúna Jacobsen skeyt einasta málið í dystinum fyri steðgin, og HB helt fast við góðum verjuavrikið, hóast tað stóð á ímóti endanum, tá KÍ kringsetti brotsteigin hjá havnarliðnum.

Júst tað løtuna mátti útskifta Elin Maria Isaksen síggja av beinkinum, og tað var hart, viðgekk hon eftir dystin.

 - Eg haldi, at hatta eru teir longstu fimm minuttirnir. eg havi havt í mínum lívi. Eg gekk bara og hugdi at klokkuni hjá fysioterapeutinum, Niklasi. Forferdiligt, segði Elin Maria Isaksen, sum rósti upplegginum og spælinum hjá HB ímóti favorittunum úr Klaksvík.

 - Vit vóru góðar allastaðni. Vit vistu, hvat tær fóru at koma við. Tær eru ekstremt dugnaligar til langu bóltarnar, segði 31 ára gamli verjuspælarin, sum spældi ein frálíkan dyst í HB-verjuni undir liðini á Sunnivu Willemoes og hinum, sum vardu væl allan dystin á tamb.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392