Ítróttastjórin skumpar Jóannes úr Fredrikstad

Ítróttastjórin skumpar Jóannes úr Fredrikstad
Jóannes Bjartalíð skal hava nýtt felag. Ítróttastjórin vil ikki hava avhildna klaksvíkingin í felagnum. Áhugi er millum annað úr Asia, sigur føroyski landsliðsspælarin
Ragnar A. Jacobsen/KVF
Jóannes Bjartalíð til venjing í Kroatia
12.11.2025 - 18:50

Eftir trý ár í norska Fredrikstad FK skal 29 ára gamli Jóannes Bjartalíð finna sær eitt nýtt felag. Hóast hann er væl lýddur millum bæði áskoðarar og spælarar, umframt at venjarin hevur stórt álit á honum, so er ein maður, ið ikki vil hava Jóannes Bjartalíð í Fredrikstad. Tað er 27 ára gamli ítróttastjórin, norski Anders Jensen.

- Tað er ein ítróttastjóri, sum ikki vil hava meg við víðari – hann er kanska tann einasti har, sum ikki vil hava meg at halda fram. Tíverri, so er tað hann, sum bestemmar í felagnum, sigur Jóannes Bjartalíð.

Klaksvíkingurin hevur verið nakað skaddur seinastu tvey árini. Hann rennur ikki undan, at hetta hevur spælt inn. Nú verður arbeitt við at finna eitt nýtt felag.

- Tað vísir seg at vera nógvur áhugi. Bæði í Evropa og uttanfyri. Okkurt rørir seg í Asia. Fleiri feløg hava sett seg í samband við meg, og okkurt tilboð er komið, men ikki so nógv. Nú fáa vit at síggja, hvat tað endar við, men tað verður spennandi, sigur Jóannes Bjartalíð.

 

"Krútetandi, hamrandi sterkt" landslið

Hann hevur eisini havt trupult við at vinna sær pláss á landsliðnum hesa tíðina. Lámi klaksvíkingurin viðgongur eisini, at hann hevur ikki verið tann besta útgávan av sær sjálvum seinastu landsliðssamlingarnar, nú úrslitini hava verið góð, og fleiri bjóða seg fram.

- Landsliðið er krútetandi, hamrandi sterkt. Tá eg havi verið nógv skaddur seinastu tíðina, so havi eg ikki verið tann besta útgávan av mær sjálvum. Eg veit ikki, hvønn leiklut eg havi á hesum túrinum, men tað er ringt at koma á liðið, tá teir vinna tveir dystir og skjóta seks mál, sigur Jóannes Bjartalíð við einum brosi.

Hóast møguleikin er lítil, so er hann sannførdur um, at Føroyar skulu spæla fyri at koma til HM-endaspælið. Føroyar spæla móti Kroatia fríggjakvøldið klokkan 19.45. Kringvarpið byrjar at senda eftir Dag og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345