- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heim, kæra heim: Stórur fyrimunur at byggja hús tá tú ert í trýssunum
Í "Heim, kæra heim" vitja vit í tveimum spennandi og sjarmerandi býlum, sum eru áhugaverd á hvør sín hátt. Hesa ferð gongur leiðin til Liljugøtu og Klaksvíkar.
Nýmótans sethús í Liljugøtu
Spildurnýtt sethús í Liljugøtu er annað av húsunum, sum verða vitjað í fyrsta parti av nýggja umfarinum av "Heim, kæra heim". Jana Eidesgaard Thomsen og Terji Jacobsen, ið hava bygt sær sítt dreymahús, eru sannførd um, at tað hevur stórar fyrimunir at byggja og innrætta hús seinni í lívinum. Tá veit mann nevniliga júst, hvat mann ynskir sær, og hvat mann als ikki hevur tørv á.
Sethúsini hjá Janu og Terja í Liljugøtu
Jana og Terji høvdu hvør sínar treytir, tá farið varð undir byggingina. Jana ynskti sær sítt arbeiðspláss í húsinum, meðan Terji legði dent á at fáa eitt stórt bilhús og eina heilt serliga elskipan. Alt hetta og nógv afturat hava tey fingið í sínum dreymahúsi.
Venjingarrúmið hjá Janu, Kom í FORM við Janu
Teimum dámar væl, at tað er skil í tingunum og hava tí raðfest at hava nógva smarta útgerð og smálutir í húsinum.
Tey bæði hava lagt seg eftir at gera sum mest sjálv í húsinum. Tað at vera partur av tilgongdini hevur lært tey eina rúgvu. Serliga Jana heldur, at hon hevur fingið nógv burtur úr tilgongdini av byggingini.
Jana sigur seg nú vera hávlur timburmaður
Søgulig perla í Grótinum
Í Grótinum standa eini hús frá 1898. Her búgva Annika S. Biskupstø og Heri Schwartz saman við børnunum. Húsini hava rúmað fleiri ættarliðum gjøgnum tíðina, og hesi somu húsini hýstu eisini fyrstu eldsmiðjuni í Klaksvík.
Fyrsta eldsmiðjan í Klaksvík
Annika og Heri hava gjørt tað søguliga smiðjuhúsið til eitt heim, har nostalgi, endurnýtsla og hugni seta sín dám. Hóast húsini tørvaðu nógvar ábøtur, sóu tey bæði stórt potentiali í teimum. Húsini høvdu eina óvanliga góða søgu, eina serlig sál, ið tú ikki finnur í einum og hvørjum húsi. Aftur at tí fingu tey eisini eina heilt serliga kvinnu við í keypinum.
Søgan um eldsmiðjuna og tað serliga, at húsini altíð hava verið í somu familju, gjørdi avgerðina lætta fyri Anniku og Hera, tá tey gjørdu av at keypa gomlu húsini og laga tey til sín egna lívsstíl.
Annika S. Biskupstø, Heri Schwartz og Rannvá Fossaberg eygleiða gomlustovu
Hóast nógv av húsinum er gjørt av nýggjum, eru minnini nógv. Húsini eru tó ikki longur júst tey somu, sum Annika kennir frá barnaárunum. Tað var nevniliga omma Anniku, sum átti húsini, og hon var sjálv við í keypinum, tá hjúnini fluttu inn í 2015.
Fínastovan í eldsmiðjuni
Annika og Heri hava lagt stóran dent á at gagnnýta so nógv sum gjørligt av tí tilfari, sum longu var í húsinum. Eitt nú hava tey eisini gjørt fleiri av møblunum sjálvi, so heimið heldur fast í sínum uppruna og fær ein sermerkisligan dám.
Úrslitið er eitt heim, har nostalgi, endurnýtsla og hugni fylgjast at. Serliga Annika hevur givið sær stundir til at velja tað heilt rætta innbúgvið, soleiðis at heimið bæði er hugnaligt og merkt av familjusøgu.
Fyrsti partur av trimum verður í sjónvarpinum hóskvøldið eftir Dag og viku og verður longu tøkur á KVF Sjón hósmorgunin.

























