Vandamiklari at fara til arbeiðis í Føroyum enn aðrastaðni

Vandamiklari at fara til arbeiðis í Føroyum enn aðrastaðni
Síðani mars eru 300 fráboðanir komnar til Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Vanlukkutryggingarráðið um arbeiðsóhapp. Tað er ov nógv, heldur forkvinnan í Vanlukkutryggingarráðnum.
20.11.2025 - 19:25

"Tað talið er øgiliga høgt. Ov høgt, haldi eg," sigur Jóanna Djurhuus, forkvinna í Vanlukkutryggingarráðnum. Síðani hon tók við sum forkvinna í ráðnum, er 300 nýggj mál komin inn. Tað heldur hon er ørkymlandi. Í 2024 komu umleið 400 fráboðanir um arbeiðsóhapp. Tey seinastu almennu tølini á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru frá 2021.

 

Føroyar hava høgt tal av deyðsvanlukkum

Føroyar liggja millum tey ovastu londini í Evropa, tá ið man hyggur eftir tølum av deyðsvanlukkum (arbeiðsvanlukkur við deyða sum úrslit). Í ár hava verið 3 deyðsvanlukkur. Tvær á landi og ein á sjónum. Í Danmark doyðu 30 fólk til arbeiðis í 2024. Men um man samanber tey føroysku tølini, svarar tað t.d. til umleið 300 danskarar og ikki 30, og 3000 fransmenn. 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur arbeiðsskaðatryggingarlógina. So um ein kemur til skaða, skal tað fráboðast teimum, og um óhappið er álvarsligt, skal Vanlukkutryggingarráðið taka støðu til, um man hevur rætt til endurgjald.

 

Tað eru nógv sum bíða eftir einari avgerð, so tey kunnu fáa endurgjald fyri arbeiðsskaðar - yvir 700. Fleiri hava bíða í meira enn tvey og trý ár, hóast at evsta freistin er 2 ár. Tá eigur man at fáa eina fyribils avgerð og síðani eitt forskot til endurgjaldið. Ein av teimum er Jógvan í Jógvansstovu.

Les meira um tað her: 

Bíðað í hálvtfimta ár: Jógvan hevur mist vónina um at fáa endurgjald

Hví bíðar Jógvan enn eftir endurgjaldi?

 

Løgtingsins umboðsmaður hevur higaril móttikið 9 klagur frá fólki sum bíða eftir einari avgerð. Fyri hetta hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur fingið álvarsligar átalur fyri handfaringina av arbeiðsskaðamálum.

 

Ónøgd við Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið yvirtók umsitingina av arbeiðsskaðatryggingarlógini í 2024. Áðrenn var tað hjá Sorinskrivaranum. Ein sum var í skipanini, tá Arbeiðs- og brunaeftirlitið yvirtók umsitingina er Pól Sundskarð. Hann helt, at tað bleiv meira óprofessionelt, tá Arbeiðs- og brunaeftirlitið tók yvir. Sí leinki: 

"Vanlukkutryggingarráðið bleiv meira óprofessionelt"

 

Sí eisini:

Fleiri doyggja av arbeiðsvanlukku í Føroyum enn í flestu ES-londum

"Talið av arbeiðsóhappum í Føroyum óneyðuga stórt”

 

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227