Hví bíðar Jógvan enn eftir endurgjaldi?

Hví bíðar Jógvan enn eftir endurgjaldi?
Jógvan í Jógvansstovu fekk skaða í mai 2021 og bíðar enn eftir einari avgerð, so hann kann fáa endurgjald - men hvørjum bíða Jógvan og 700 onnur eftir?
Jógvan í Jógvansstovu hevur bíðað eftir endurgjaldi í hálvtfimta ár, tí málið er havnað í Arbeiðs- og brúnaeftirlitinum og Vanlukkutryggingarráðnum
Mynd: Bárður Thomsen  
 
19.11.2025 - 13:00

Tað sita í løtuni umleið 760 fólk og bíða eftir svari um teirra arbeiðsskaðamál frá Vanlukkutryggingarráðnum og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Fleiri hava bíðað í nógv ár.

Ein av teimum er Jógvan Jógvansstovu.

Hann hevur bíðað í 4,5 ár eftir avgerðini hjá Vanlukkutryggingarráðnum og hevur ikki fingið boð um seinkingar, hóast freistin at taka eina endaliga ella fyribils avgerð fór fyri 2,5 árum síðani. 

 

Les eisini:  Bíðað í 4,5 ár: Jógvan hevur mist vónina um at fáa endurgjald

 

Átalu frá LUM

Vanlukkutryggingarráðið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava seinastu mánarnir verið fyri atfinningum fyri langar bíðitíðir og drúgvar málsviðgerðir av arbeiðsskaðatryggingarmálum. 

Í august kom Løgtingsins umboðsmaður við einum álitið, har hon gav Arbeiðs- og brunaeftirlitinum álvarsligar átalur fyri handfaringina av fýra arbeiðsskaðamálum. Málið hjá Jógvani í Jógvansstovu var eitt av teimum.

Løgtingsins umboðsmaður hevur higartil í ár móttikið níggju klagur um drúgvar bíðitíðir og málsviðgerðir hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Vanlukkutryggingarráðnum í arbeiðsskaðatryggingarmálum.  

 

Skulu avgera meinstigið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur Vanlukkutryggingarráðið. Tað vil siga, at tey móttaka allar fráboðanir og taka sær av journalskipan, samskifti og avgreiðslu hjá Vanlukkutryggingarráðnum.

So um ein til dømis skal fáa nakað at vita um støðuna í sínum arbeiðsskaðamáli, ringja tey til Arbeiðs- og brunaeftirltið. Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger mál klár til Vanlukkutryggingarráðið um umrøða, so tey kunnu taka eina avgerð um hvat meinstig, tann skaðarakti hevur.

Teirra niðurstøða um avgerð so, hvat endurgjald viðkomandi fær.

 

Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er myndugleikin

Um eitt óhapp ella ein vanlukka henda til arbeiðis ella í sambandi við arbeiði, skal tað fráboðast.

Arbeiðsgevarin hevur ábyrgd av at boða frá til Arbeiðs- og brunaeftirlitið og tryggingarfelagið, sum starvsfólkini eru fevnd av.

Arbeiðsgevarin boðar Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá, tí tey hava ábyrgd av arbeiðsskaðatrygginarlógini. Tað vil siga, at tey eru myndugleikin sum avgerð, hvat endurgjald man fær fyri eitt óhapp. Endurgjaldið skal tryggingin ella Vinnusjúkugrunnurin so gjalda til tann sum er komin til skaða.

Men til at taka avgerðirnar, hevur man Vanlukkutryggingarráðið. Tað er eitt ráð sum í løtuni er sett saman av einum løgfrøðingi, sum er forfólk, tveimum yvirlæknum, einum ergoterapeuti og einum sálarfrøðingi.  


Tilvildarlig mynd (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Greiðar mannagongdir

Starvsfólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum kunnu taka avgerðir í arbeiðsskaðamálum, sum tað eru greiðar mannagongdir fyri. 

Tað kann til dømis vera, at ein timburmaður kemur til skaða ímeðan hann arbeiðir, og óhappið ger, at hann missir førleikan í einum tummilfingri.

Læknarnir kunnu staðfesta, at skaðin er støðugur. Tað merkir, at viðkomandi fær ikki førleikan aftur í tummilin.

So er tað ein mannagongd sum sigur, at tá man missir førleikan í tummilfingrinum, so er man eitt nú fimm prosent óarbeiðsførur. So fær timburmaðurin upphæddina, sum svarar til at vera fimm prosent óarbeiðsførur frá tryggingini, og harvið er málið avgreitt.

Slíkar avgerðir kunnu tey á skrivstovuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum avgreiða.  

 

Mál kunnu vera torgreið

Men mál kunnu vera nógv torgreiðari enn at missa førleikan í einum tummilfingri.  

Timburmaðurin kundi verið dottin av einum taki og brotið eitt bein, ein arm og eina øksl, og hann fær skaða í ryggin.

Tá kemur Vanlukkutryggingarráðið í myndina. 

Timburmaðurin fer til læknan, sum staðfestir skaðarnar. Tað tekur tíð hjá beinbrotunum at lekjast, og ryggskaðin kann somuleiðis taka langa tíð at lekjast, ella kanska sleppur hann ongantíð av við ryggskaðan. Tað veit man ikki, beint eftir at timburmaðurin er dottin.

Tí skal timburmaðurin til lækna fleiri ferðir, og tey skulu meta um skaðan, og tað kann taka tíð, áðrenn man veit, hvussu umfatandi skaðin er.  

Tað skal Vanlukkutryggingarráðið, saman við læknum og fakfólkum, taka støðu til.


Myndalýsing av arkivi, ið annars einki hevur við ítøkiligu málini at gera (Mynd: Shutterstock.com)
 

 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal fyrireika málini

Áðrenn Vanlukkutryggingarráðið hevur fund, skal skrivstovan, sum er Arbeiðs- og brunaeftirlitið, fyrireika málini, sum Vanlukkutryggingarráðið skal umrøða.

Um tey skuldu umrøtt málið hjá timburmanninum, sum datt av takinum, so skuldi skrivstovan havt samlað læknaváttanirnar, frágreiðingarnar og onnur viðkomandi skjøl. 

Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Fram til apríl í ár skuldi Vanlukkutryggingarráðið taka allar avgerðir. Eisini í málinum hjá timburmanninum, sum misti førleikan í tummilfingrinum. 

 

Sorinskrivarin hevði ábyrgdina

Áðrenn Arbeiðs- og brunaeftirlitið yvirtók umsitingina av Vanlukkutryggingarráðnum og arbeðsskaðatryggingarlógini, hevði Sorinskrivarin ábyrgdina av tí. Tað hevði hann havt síðani 1966.

Sorinskrivarin hevði í rúma tíð boða frá, at hann helt, at umsitingin skuldi ligið hjá einum øðrum stovni, tí hann helt ikki at uppgávurnar hóskaðu til arbeiði, sum Sorinskrivarin og Føroya Rættur gera í dag.  

Tað var so endaliga avgjørt á einum landsstýrisfundi í mai 2023, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið skuldi yvirtaka umsitingina av  Vanlukkutryggingarráðnum og arbeiðsskaðatryggingarlógini. Tað var endaliga yvirtikið 1. januar 2024.  

 

Ovfarin av arbeiðsbyrðuni

Tá Vanlukkutryggingarráðið varð lagt undir Arbeiðs- og brunaeftirlitið vórðu øll virkin mál yvirtikin. Tey vóru umleið 400 í tali.  

Arbeiðs- og brunaeftirlitið rann seg tó skjótt í trupulleikar, tí um várið 2024, gavst læknin í Vanlukkutryggingarráðnum. Fyri at Vanlukkutrygginarráðið kann taka avgerðir, skal ein lækni vera í ráðnum.  

Tað hevði við sær, at ein stórur partur av málunum ikki kundu avgreiðast fyrr enn ein nýggjur lækni bleiv valdur og settur inn í málsgongdirnar. Hetta hevði samstundis við sær, at fundarvirksemið hjá Vanlukkutryggingarráðnum lá stilt ein stóran part av várinum 2024. 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur eisini sagt, at tey vóru ovfarin av arbeiðsbyrðuni og talini av málum, sum fylgdi við Vanlukkutryggingarráðnum.  

 

Bert ein fund í hálvt ár

Harumframt lá fundarvirksemið hjá Vanlukkutryggingarráðnum eisini stilt orsakað av summarferiuni sama ár.

Ráðið hevði tískil bert ein fund í tíðarskeiðinum apríl  til  oktober 2024.

Aftaná hetta hevur ráðið bert havt einstakar fundir, soleiðis at ráðið frá 1. mars 2024 til 1. mars 2025 einans hevði fimm fundir.

Tað gjørdi, at málini hópaðu seg upp.

Í apríl 2025 hevði Vanlukkutryggingarráðið nú 870 mál. 

Hetta skrivar Arbeiðs- og brunaeftirlitið í frágreiðingini til Løgtingsinsin umboðsmann í álitinum um handfaringina av arbeiðsskaðamálum.

 

Sí eisini: Álit um málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í sambandi við arbeiðsskaðamál 

 

Uppraðfesting og nýggj reglugerð 

Í apríl 2025 komu nýggjar reglugerðir í gildi fyri virksemið hjá Vanlukkutryggingarráðnum.

Eisini vórðu fleiri starvsfólk sett at røkja fyrisitingarligu uppgávurnar hjá Vanlukkutryggingarráðnum.

Nýggju reglugerðirnar góvu skrivstovuni møguleika at avgreiða mál, har tað var greið siðvenja og mannagongd fyri, hvussu tað skuldi avgreiðast.  

Sorinskrivarin noyddist ikki longur at vera formaður í ráðnum. Tað skuldi bert vera ein, sum hevði lokið løgfrøðiligt prógv. 

Ein varalimur skuldi setast fyri hvønn lim, so at virksemið ikki steðgaði upp, um ein limur hevði forfall ella gavst í ráðnum. 

Stjórin í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er skrivari hjá ráðnum, men hann kann lata øðrum skrivstovufólki uppgávurnar.  

 

Økið uppraðfest í trimum umførum

Tá ið umsitingin av Vanlukkutryggingarráðnum varð flutt til Arbeiðs- og brunaeftirlitið á heysti 2023, vóru eitt skrivstovufólk, ein løgfrøðingur og ein løgfrøðislesandi í starvi hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Síðani er økið uppraðfest í trimum umførum.

Seinastu ferð í vár 2025, tá ið starvsfólkahópurin gjørdist tvey skrivstovufólk og tríggir løgfrøðingar.

Umframt nevndu starvsfólk, hava onnur starvsfólk á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum røkt ymiskar rakstraruppgávur á økinum – so sum journal, postavgreiðslu, bókhald, telefonavgreiðslu og leiðslu. 


Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður, hevur givið Arbeiðs- og brunaeftirlitinum álvarsligar átalur fyri málsviðgerðina (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Álvarsligu átalurnar frá LUM 

Frá januar til mars í ár móttók Løgtingsins umboðsmaður (LUM) móttók fýra klagur um Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Vanlukkutryggingarráð, um málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sum skrivstovu í sambandi við arbeiðsskaðamál.

Málini høvdu verið virkin í meir enn hálvtannað ár, uttan at endalig avgerð ella fyribilsavgerð var tikin. Harumframt høvdu klagararnir í fleiri umførum ikki fingið svar ella afturboðan til fyrispurningar sínar.  

Átalan var so álvarslig, at fráboðan um hana varð send formansskapinum í løgtinginum, løgmanni og landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. 

 

Klagari 1: 

Klagarin greiddi í klagu sín frá, at arbeiðsskaðin hendi tann 10. mai 2021. Tá umleið sjey vikur vóru farnar, væntaði hann at hoyra frá Føroya Vanlukkutryggingarráð, og at hann nú hevði verið knýttur at sjúkrahúsverkinum í meira enn trý ár. Eisini upplýsti klagarin, at tá hann hevði roynt at fingið fatur á ráðnum, ber tað ikki til. 

 

Klagari 2:  
Klagarin greiddi í klagu síni frá, at arbeiðsskaðamálið varð latið Føroya Vanlukkutryggingarráð tann 20. desember 2023, og at klagarin seinastu mánaðirnar til fánýtis hevði roynt at fingið svar til mál sítt. Klagarin metti tað ikki vera í samsvar við vanligar fyrisitingarreglur, at hann ikki fekk nøktandi svar til fyrispurningar sínar. 

 

Klagari 3: 

Klagarin greiddi í klagu síni frá, at hann í 2,5 ár hevði bíðað eftir støðutakan til arbeiðsskaðamálið, hóast hann hevði roynt at fingið eina endaliga avgerð. Harumframt hevði hann biðið um, at skaðarakti fekk fyribils endurgjald fyri mist vinnuføri, sambært § 48, stk. 4 í Arbeiðsskaðatryggingarlógini, ella forskot upp á skaðabót fyri varandi mein, sambært § 56, stk. 3 í Arbeiðsskaðatryggingarlógini. Klagarin segði seg hvørki fáa málið sett á skrá ella fáa svar. Klagarin metti, at tað var brot á nevndu ásetingarnar í Arbeiðsskaðatryggingarlógini, og at seinkanin í støðutakanini var hend, síðani umsitingin av Føroya Vanlukkutryggingarráð varð flutt til Arbeiðs- og brunaeftirlitið 

 

Klagari 4: 

Klagarin greiddi í klagu síni frá, at hann hevði verið fyri arbeiðsskaða í juli 2022, og at hann síðan tá hevði verið í eini langari tilgongd við Arbeiðs- og brunaeftirlitið og egnum lækna. Hann hevði verið til fleiri støðumetanir og segði seg hava fingið at vita fleiri ferðir, at hetta síða 3/27 varð tann síðsta støðumetanin. Hann segði seg hava verið til seinastu støðumetanina í desember 2024, sum var 2,5 ár eftir arbeiðsskaðan. Hann helt tilgongdina vera langa og óprofessionella. Hann segði seg eisini hava ringt fleiri ferðir fyri at fáa kunning um status, og nær næsti fundur fór at verða, men fekk einans at vita, at tey ikki vistu, nær næsti fundur fór at verða, ella at hann skuldi fáa boð um, nær næsti fundur fór at verða, ella at ongin visti. Hann segði seg hava ringt ein hósdag beint eftir kl. 12 fyri at vita, nær næsti fundur fór at verða. Fekk tá boð um, at telefontíð var millum 10 og 12, sum hevði við sær, at hann var noyddur at bíða til vikuna eftir fyri at ringja og seta sama spurning. Hann segði seg hava ringt síðst í februar 2025 og rykt eftir eini avgerð, har hann fekk upplýst, at næsti fundur fór at verða í mars 2025. Tá hann so ringdi aftur síðst í mars, sum var tvey ár og nýggju mánaðir eftir, at arbeiðsskaðin hendi, fekk hann at vita, at tey framvegis ikki vistu, nær næsti fundur fór at verða. 

 

Álitið er alment atkomuligt á heimasíðu Løgtingsins Umboðsmans:  

Álit um málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í sambandi við arbeiðsskaðamál  

Álit 

Løgtingsins Umboðsmaður hevur higartil í ár fingið 12 klagur um Arbeiðs- og brunseftirlitið. Harav snúgva níggju seg um arbeiðsskaðamál, og tvey um vantandi svar í innlitsumbønum. 

 

Jógvan bíðar enn

Ein av klagarunum er Jógvan í Jógvanstovu í Leirvík. 

Hann fekk skaða í mai 2021 og bíðar enn eftir einari avgerð í sínum arbeiðsskaðamáli.

Hann hevur ikki kunna arbeitt síðani hendingina og hevur havt ein inntøkumiss á yvir eina millión krónur.

Hann hevur ongantíð hoyrt frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum síðani hendingina. Hann hevur verið til læknar og skanningar óteljandi ferðir, uttan at vita hví ella hvør hevur umbiðið tað.

Les og sí meira um Jógvan í Jógvansstovu:  Bíðað í 4,5 ár: Jógvan hevur mist vónina um at fáa endurgjald

 

Sí eisini:

"Vanlukkutryggingarráðið bleiv meira óprofessionelt"

Fleiri doyggja av arbeiðsvanlukku í Føroyum enn í flestu ES-londum

"Talið av arbeiðsóhappum í Føroyum óneyðuga stórt”

Vandamiklari at fara til arbeiðis í Føroyum enn aðrastaðni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039