"Talið av arbeiðsóhappum í Føroyum óneyðuga stórt”

"Talið av arbeiðsóhappum í Føroyum óneyðuga stórt”
Tað sigur Evelyn Gaard, HTU-leiðari hjá Articon. "Føroyar hava fleiri arbeiðsóhapp enn okkara grannalond, og eftirlitið við arbeiðstrygdin kundi verið betri."
24.11.2025 - 20:02

Hjá Articon verður trygdin á teirra arbeiðsplássum høgt raðfest. Evelyn Gaard er HTU-leiðari hjá Articon (HTU stendur fyri heilsa, trygd og umhvørvi). Evelyn hevur verið leingi í starvi hjá Articon og hevur gjørt nógv fyri at betra um trygdina - og tað hevur givið úrslit. Hon hevur merkt eina hugburðbroyting, men hon er ikki komin av sær sjálvum. "Tað at broyta hugburðin hjá fólki, er ikki nakað sum hendir frá degi til dags. Tað tekur langa tíð og at man sigur tað sama nógvar ferðir."

 

Trygdarátøk

Tey gera nógv átøk fyri at betra um trygdina, millum annað at vitanardeila. Hvønn mána senda tey eina HTU kunning til øll starvsfólkini, har tey kunna um ymisk trygdarviðurskifti. Um tað til dømis hevur verið eitt óhapp, so verður tað greitt frá tí í kunningini, fyri at fyribyrgja at tað hendir aftur. Øll arbeiðsóhapp vera skrásett og tey hava nágreinilig hagtøl. Tað brúka tey til at fyribyrgja óhapp og at gera átøk, sum skulu betra um trygdina.

1. deseber byrjar teirra árligi trygdar-jólakalendari. Hvønn dag í desember verður so ein spurningur um trygd sendur ymisku byggiplássunum. Spurningurin kann til dømis vera "Hvussu leingi kann man arbeiða í einum stiga?". Spurningurin verður sendur kl 9 og svarini skulu vera inni kl 15. Síðani verður kunngjørt hvør "vann" og tey greiða nærri frá svarinum. Endamálið er, at so skal prátið á byggiplássunum snúgva seg um tað, og at minna fólk á at hugsa um trygarviðurskifti. 

 

Høllin á Sundi
Articon hevur avgjørt, at hóast føroyska veðrið noyðist tað ikki at vera vátt og kalt at arbeiða í byggivinnuni. Á Sundi hava tey eina høll, har alt timburarbeiðið verður gjørt, og so tað ikki er neyðugt at standa úti og gera tað. Tað verður bygt inni har, og síðani sett inn við vindeygum og øllum, tá tað er liðugt. Inni í høllini er heitt og fjálgt, og Evelyn Gaard sigur, at tað fyribyrgir fleiri óhapp, enn man gevur sær far um. Arbeiðsmenninir sleppa tí frá at standa úti í illfýsnum heystveðri og arbeiða. 

 

Ov nógv arbeiðsóhapp

Articon ger nógv fyri at vera eitt trygt arbeiðspláss, men tað er okkurt sum bendir á, at tað ikki verður líka høgt raðfest allastaðni

Síðani mars í ár, hevur Arbeiðs og brunaeftirltið og Vanlukkutryggingarráðið fingið 300 fráboðanir um arbeiðsóhapp. 

"Tað er eitt rættiliga høgt tal. Vit skulu eisini hugsa um, at í okkara grannalondum siga tey, at tað bara er helvtin av arbeiðsóhappum, sum verða fráboðað, so talið er kanska heldur ikki eftirfarandi," sigur Evelyn Gaard. "Tað talið er hægri enn í okkara grannalondum. Vit hava havt 3 deyðsvanlukkur í ár, og tað er meira enn 3 ferðir fleiri enn í Danmark. Tað hevur ikki verið gjørt nóg nógv fyri at fyribyrgja arbeiðsvanlukkum seinastu árini."

Hon heldur, at myndugleikin, sum er Arbeiðs- og brunaeftirlitið, kundi verið meira sjónligur. Hon samanber tað við, at tá politiið er á vegnum, setur man ferðina niður og ansar eftir. "Tað hevði eisini hent, um Arbeiðseftirlitið var sjónligari á arbeiðsplássum og byggiplássum."

 

Sí eisini:

Fleiri doyggja av arbeiðsvanlukku í Føroyum enn í flestu ES-londum

Vandamiklari at fara til arbeiðis í Føroyum enn aðrastaðni

Bíðað í 4,5 ár: Jógvan hevur mist vónina um at fáa endurgjald

Hví bíðar Jógvan enn eftir endurgjaldi?

"Vanlukkutryggingarráðið bleiv meira óprofessionelt"

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345