- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíðað í hálvtfimta ár: Jógvan hevur mist vónina um at fáa endurgjald

Í 2021 var Jógvan í Jógvansstovu mynstraður sum kokkur umborð á Hav Nordic.
Hetta var ein dreymakjansur fyri seg, helt Jógvan, ið tá var farin væl um tey seksti.
"Eg skuldi matgerða til sjey menn, og tá var eg sjálvur taldur uppí. Vit vóru burtur í seks vikur og heima í seks vikur, arbeiðið var fínasta slag, og lønin rímilig, eftir mínum tykki."
Eftir eitt langt arbeiðslív, var hetta akkurát tað, og Jógvan var sera glaður fyri kjansin.
"Eg segði við meg sjálvan, at hesin kjansurin er so mikið góður, at eg haldi fram til eg verið 70, og so taki eg eitt ár í senn. Men eg náddi bara at vera umborð til eg var 64 ár."
Óhappið
Hendan dagin, 10. mai 2021, høvdu teir júst siglt eina last av fiskamjøli til Myre í Noregi.
Jógvan skuldi líka niður at hjálpa hinum av manningini at sópa tað ringasta av fiskamjølinum, ið lá eftir í lastini, upp, áðrenn lastin kundi vaskast.
Tað var einki óvanligt í hesum, tí hetta var nakað, ið hann altíð gjørdi, og hann gjørdi tað gleðiliga.
Men júst hendan dagin var Jógvan áhaldsin og datt teir seks til sjey metrarnar frá dekkinum niður í lastina.
Í smasta smildur
"Eg fór í smasta smildur, fyri at siga tað milt," sigur Jógvan í Jógvansstovu bersøgin. "Øll vinstra síða fór í knús - albogin, økslin, rivjabein á báðum síðum, høgri fótliður, milti fór at bløða og bæði lunguni kollapsaðu. "
Jógvan minnist ikki, tá hann lendi í lastini.
"Men eg má hava hildið um høvdið, tí tað fekk lítið av skaða. Tað er helst eisini tí at vinstri albogi og økslin fóru so illa."
Jógvan í Jógvansstovu og konan Inga, sum búgva í Leirvík, hava bæði havt eitt langt arbeiðslív innan fiskivinnu. Inga hevur arbeitt á Tavuni og byrjaði á gólvinum sum ung og endaði í stjórastólinum (Mynd: Bárður Thomsen)
Jógvan hevði havt einglavakt
Eftir fallið, var Jógvan vitleysur og varð koyrdur og flogin við útrykningi til nærmasta sjúkrahúsið.
Konan Inga kom til sjúkrahúsið, har Jógvan lá, so skjótt hon kundi.
"Læknarnir søgdu, at Jógvan hevði havt einglavakt, tí hann var ómetaliga heppin, at úrslitið ikki var verri," greiðir Inga frá.
Jógvan lá á sjúkrahúsinum í Noregi í fýra vikur, men tá hann var blivin so mikið birgur, at bað hann um at sleppa heim til Føroya,
"So skjótt eg segði, at eg vildi heim, søgdu teir alt í lagi. So ornaðu teir fyri, at eg slapp heim, og tað var við einum militerflogfari."
Eftirspælið
Eftir sjúkraleguna, metti læknin, at Jógvan ikki var førur fyri at arbeiða aftur. Hann var óarbeiðsførur.
Og sambært Jógvani er tað ikki so nógv at diskutera, um hann er tað ella ikki. Hóast Jógvan er komin lutfalsliga væl fyri seg og følir ikki pínu, so hevur hann mist javnvágina, høgri fótur órógvar so mikið illa enn, at hann ikki fær gingið ordiligt, og hann orkar als einki.
"Eg hevði bara verið til fortreð, um eg skuldi arbeitt, tí eg orki ikki eingong at arbeiða ein tíma um dagin. Tað er eisini vónleyst, um eg skal orna okkurt heima við hús," staðfestir Jógvan bersøgin.
Trúði hann var í góðum hondum
Jógvan greiðir frá, at hann hevur verið hjá nærum 100 serlæknum og verið í røntguni, CT skannars og MR skannara nærri 100 ferðir. Hann hevur ikki fingið at vita hví, ella hvør hevur umbiðið tað.
"Onkuntíð havi eg spurt læknararnar, hví eg eri har. Nei, tað vita tey ikki, siga tey. Eg møti upp, tí eg havi fingið boð um tað . Eg skilji ikki, hvat endamálið er við øllum kanningunum. Eg trúgvi ikki tey finna nakað nýtt. Gud viti, hvussu nógv tað hevur kostað heilsuverkinum, at eg havi gingið til so nógvar kanningar hesi árini."
Jógvan hevur fleiri ferðir hildið, at nú munnu tey hava øll svarini, ið tey hava brúk fyri, men kortini verður hann javnan biðin um at koma til kanningar.
"Eg trúði, at eg var í góðum hondum. So góðtrúgvin var eg. Men eg havi ligið sum kastibløka í Heilsuverkinum og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í áravís," sigur Jógvan í Jógvanstovu.
Væntaði at hoyra frá myndugleikunum
Jógvan væntaði at hoyra frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um sítt endurgjald, tí tá man fær ein skaða, sum Jógvan fekk, so verður málið meldað til Arbeiðs- og brunaeftirlitið,
Vanlukkutryggingarráðið skal taka avgerð um heilsustøðuna hjá Jógvani, og hvørja upphædd endurgjaldið skal vera.
Vanlukkutryggingarráðið skal taka avgerð í málum innan tvey ár. Freistin er lógarásett.
Í ávísum førum kann tað verða neyðugt at taka eina fyribils avgerð, um ikki er møguligt at halda ásettu freistina. Tað kann vera, um læknarnir meta, at skaðin ikki er støðugur.
So skal man halda fram at ganga til kanningar, fyri at fylgja við, hvussu skaðin mennir seg. Tá skal Vanlukkutryggingarráðið kortini taka eina fyribils avgerð um skaðan, og við tí kemur eitt endurgjald.
Hálvtfimta ár gingið
Tað eru nú gingin hálvtfimta ár, og Jógvan í Jógvansstovu hevur einki hoyrt um nakra avgerð um málsviðgerðina ella endurgjaldi.
Hann hevur ikki fingið at vita, at málið er seinkað, hví hann skal til serlæknar ella hví málið dregur úr.
Hann hevur onkuntíð roynt at ringt, fyri at vita hvør støðan er í hansara málið, men uttan úrslit.
Jógvan hevur kannað um ikki sakførarin hjá reiðaríinum ella fakfelagið fekk hjálpt honum við málinum. Tað kundu tey ikki.
Svarið hann fekk var, at eingin fekk gjørt nakað, áðrenn hann hevði fingið svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Kært til Løgtingsins umboðsmann
Í januar í ár setti Jógvan seg so í samband við Løgtingsins umboðsmann (LUM). LUM er myndugleikin, ið man klagar til um almenna fyrisiting.
Hann greiddi henni frá, hvussu hann hevur bíðað, og hvussu tað tóktist sum, at einki hendi við hansara máli, hóast at tað næstan vóru fýra ár síðani hann hevði fingið skaða.
LUM setti seg í samband við Arbeiðs- og brunaeftirlitið, men hon fekk heldur ikki svar uppá sínar spurningar.
Eftir nakrar vikur, og eftir at hon hevði rykt fleiri ferðir, fekk LUM at vita, at málið hjá Jógvan lá á einari fjargoymslu, og at málsviðgerðin hjá Jógvani hevði sagt upp.
Arkiveraður skeivt
Arbeiðs- og brunaeftirlitið staðfesti, at hetta ikki hevði havt nakra ávirkan á málsviðgerðina hjá Jógvani.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrivað soleiðis í svari til LUM:
"Í nøkrum fáum førum er tað komið fyri, at aktiv mál eru pakkaði í kassar við liðugt viðgjørdum málum. Málið hjá A er eitt av hesum málunum. Tá Løgtingsins Umboðsmaður bað um avrit av skjølunum í málinum, í sambandi við klaguna hjá A, bleiv tað uppdagað, at málið ikki var millum málini í arkivrúminum í skrivstovubygninginum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum..... Seinni bleiv málið funnið á fjargoymsluni hjá stovninum."
Um sama mundi, tá Jógvan kærdi til LUM, vóru trý onnur, sum eisini kærdu um vantandi svar og langa málsviðgerartíðir hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Vanlukkutryggingarráðnum.
Álvarsliga átalu frá LUM
Arbeiðs- og brunaeftirlitið fekk eina álvarsliga átalu frá LUM fyri handfaringina av teimum fýra arbeiðsskaðamálunum, umframt ófulfíggjaða skjalføring, drál í málsviðgerðini og vantandi svar og fráboðanir til bæði klagararnir og Løgtingsins Umboðsmann.
Átalan var so mikið álvarslig, at hon var fráboðað Formansskapi løgtingsins, løgmann og landsstýriskvinnuni í Umhvørvismálum, sum er landsstýrisfólkið, ið varðar av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Álitið um klagurnar er tøkt fyri almenningin á heimasíðu teirra. Leinkja til álitið er her: Álit um málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í sambandi við arbeiðsskaðamál
Jógvan bíðar enn
Jógvan var 64 ár, tá hann fekk skaða, og hann verður 70 næstuferð, hann hevur føðingardag.
Jógvan metir, at hann hevur havt ein inntøkumiss á 1.070.000 krónur. Hann metir sína heilsustøðu vera endaliga og sostatt búna til eina avgerð um endurgjald.
10. november var tað akkurát hálvtfimta ár síðani óhappið hendi, og Jógvan bíðar enn eftir svari.
Sí innslag í Degi og viku:
Sí eisini:
Hví bíðar Jógvan enn eftir endurgjaldi?
"Vanlukkutryggingarráðið bleiv meira óprofessionelt"
Fleiri doyggja av arbeiðsvanlukku í Føroyum enn í flestu ES-londum




























