Fosturbarn: "Eg hevði ikki klárað meg so væl í dag uttan fosturforeldrini"

Fosturbarn: "Eg hevði ikki klárað meg so væl í dag uttan fosturforeldrini"
Sara Johansen Christiansen dugir ikki at ímynda sær eitt lív uttan fosturforeldrini, ið hava verið avgerandi fyri, at hon hevur fótað sær so væl í lívinum
Bárður Veihe
Fyri Saru Johansen Christiansen var tað avgerandi fyri at fóta sær í lívinum, at hon kom til fosturforeldrini
25.11.2025 - 21:30

Í fýra ár hevur 22 ára gamal Sara Johansen Christiansen verið knýtt at einari fosturfamilju. Og hon er ikki í iva. 

"Alt er fullkomiliga broytt til tað betra, síðani eg kom til fosturforeldrini. Eg havi lært nokk so nógv ting av teimum, ið hava lært meg at klára meg sjálva og sjálv hava børn."

 

Upplivað harðskap

Sara, ið hevur føroyskan pápa og tunesiska mammu, vaks upp í Tunesia, men flutti sum 16 ára gomul til Føroya. 

Lívið hevur ikki verið ein dansur á rósum fyri Saru. 

"Eg havi upplivað nokk so nógv," staðfestir hon. "Eg havi upplivað sálarligan harðskap, eg havi upplivað harðskap, so tað er nokk so nógv, og tað er nakað, sum liggur í mær."

 

Funnið sína lívsleið

Sara kann í dag siga, at hon hevur fingið so mikið nógva hjálp frá fosturforeldrunum, sosialráðgevanum og sálarfrøðinginum, at hon hevur fótað sær í lívinum. 

Síðan fyrsta dagin hevur fosturfamiljan eggjað Saru at finna sína leið í lívinum, og í dag lærir Sara til frisør. 

"Eg elski tað. Eg havi altíð elskað at gjørt hár, lagt sminku og arbeitt við mínum hendrum."

 

Ikki flov av sær sjálvari

Tað er ikki lætt fyri eitt barn ella ungt fólk at enda í einari støðu, har tørvur er á fosturforeldrum. 

"Men eg haldi ikki, at mann skal vera flovur av sær sjálvum, sínum lívi og upplivingum, sum onnur í familjuni hava verið atvoldin til. Tað er ikki tín skyld," staðfestir Sara.

Sara Johansen Christiansen dugir ikki at ímynda sær eitt lív uttan fosturforeldrini, ið vóru avgerandi fyri, at hon hevur megnað at fóta sær í lívinum

"Eg hevði ikki verið komin hertil, ið eg eri, uttan tey."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040