Á Neystabø: Trý ættarlið á hondbóltsferð í Trier

Á Neystabø: Trý ættarlið á hondbóltsferð í Trier
Gylta á Neystabø er yngsti spælarin í Føroyska landsliðshópinum, og tí eru ikki færri enn trý ættarlið av Neystabø-familjuni farin til Trier at stuðla hondbóltskvinnunum
25.11.2025 - 13:35

Í føroyska hópinum er blaðungi málverjin, Gylta Djurhuus á Neystabø. Á áskoðaraplássunum vera ikki færri enn trý ættarlið av Neystabø-familjuni.

Stella, Hansina, Poula, Dánjal, Helena og Kristian eru øll farin til Trier at stuðla hondbóltskvinnunum í HM-endaspælinum.

 - Øll okkara familjuferðing hevur verið orsakað av hondbóltinum í ár, og tað er eisini ein fínur máti at ferðast upp á, staðfestir Dánjal á Neystabø.

At ein av trimum málverjum nú eitur á Neystabø til eftirnavn, ger tað ikki minni spennandi at fylgja við.

 - Tað er stuttligt, at Gylta er við. Tá hon varð úttikin, blivu vit beinanvegin ordiliga spent, og so valdu vit øll at fara við, sigur Poula Djurhuus á Neystabø.

Tey eru meir ella minni samd um , at Føroyar fara at fáa minst tvey stig í bólkaspælinum, og tá hugsa tey helst um síðsta dystin í bólkinum ímóti Paraguai, men tey vóna, at tey fáa uppaftur meir.

Í morgin er Montenegro móstøðulið. Kringvarpið vísir dystin og byrjar at senda klokkan 18.50.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891