- Tú tekur HM við eisini

- Tú tekur HM við eisini
Bjarta O. Johansen fekk greið boð frá sjeikinum í apríl, tá hon nevndi fyri honum, at hon ætlaði at gevast at spæla hondbólt: - Tú tekur eitt ár afturat og HM við eisini
06.12.2025 - 15:34

Tá Bjarta Osberg Johansen í apríl segði við sjeikin, at hon umhugsaði at gevast at spæla hondbólt, so fekk hon greitt at vita frá honum, at tað kom ikki upp á tal at gevast nú.

- Nei, nú kanst tú líka so gott taka HM-endaspælið við eisini. 

Nú, átta mánaðir seinni, er Bjarta við til eitt HM-endaspæl, har hon og føroyska landsliðið hevur skrivað føroyska hondbóltssøgu við tveimum sigrum í bólkaspælinum, og harvið víðari luttøku í meginumfarinum, har eisini stig er komið til høldar í dramatiska 31-31 dystinum móti Serbia hóskvøldið.

- Tað hevur verið hart, men vit hava fingið so góða viðgerð millum dystirnar og venjingarnar, so eg haldi, at vit eru meira troyttar mentalt enn kropsliga, sigur Bjarta Johansen.

Strikuspælarin úr Kyndli ætlar at enda sítt seinasta kappingarár væl, tí hon ætlar sær at vinna gull við Kyndli, spæla fýra EM-undankappingardystir í vár komandi og so vinna á Íslandi í kvøld.

- Eftir 25 dystir móti Íslandi, so eydnaðist tað at vinna á Íslandi, og tað ætla vit at halda fram við, sigur Bjarta avgjørd.

Tá ið hon skal seta orð kenslurnar, tá kapittulin sum spælari fer at enda, so svarar hon stutt og greitt:

- Takksemi.

Hon hevur verið við allavegin; tá føroyskur kvinnuhondbóltur ikki varð tikin seriøst, skiftandi venjarar og spælarar, sum skuldu yvirtalast at umboða landsliðið - og so til nú, tá landsliðið hevur tikið risafet móti toppinum í heimshondbólti upp á tvey ár, tvey ár!

Fyri Bjartu er størsta broytingin ikki ein taktisk vending ella ein einstakur spælari, men hugburðurin, sum er komin við royndunum og úrslitunum seinastu árini.

- Vit hava havt teir somu venjararnar tvey tey seinastu árini, og vit hava fingið trúnna upp á, at vit ikki bara luttaka. Vit kunnu vinna. Tað sæst aftur bæði í venjingunum og til dystir, sigur strikuspælarin.

Hóast Bjarta Johansen nú er í holt við at skriva sín seinasta kapittul sum landsliðsspælari, so er hon bjartskygd um tær ungu kvinnurnar, sum koma at mynda landsliðið frameftir.

- Tær ungu hava mót og vilja. Vit hava eisini fleiri, sum hava x-faktor. Eg gleði meg at sleppa at hyggja eftir Degi & Viku eitt týskvøld og liva eitt vanligt lív, har tað heila ikki snýr seg um meg og hvussu vit skulu leggja dagligdagin til rættis, so eg kann spæla hondbólt, men eg gleði meg so sanniliga eisini at fylgja hesum unga kvinnunum víðari á teirra ferð, sigur ein rørd Bjarta.

Eitt møguligt HM-endaspæl var avgerandi fyri, at Bjarta Osberg Johansen ikki gavst at spæla hondbólt í apríl í ár, so hon hevur so sanniliga gjørt sína skyldu – og meira enn tað. Tí hóast tað verður endin á einum kapittli í kvøld, so verður tað ikki ein punktum fyri kríggjaran, Bjartu.

Og ja, hon tók HM-endaspælið við eisini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990