- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúklingahotellinum tørvar pláss
Á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn er plásstrot vorðið gerandisdagur.
Sum er, eru 92 pláss, men tað eru munandi fleiri føroyingar enn tað, ið koma niður í sjúkraørindum, og tí eru tað fleiri, sum verða víst til onnur hotellir í býnum.
Tørvurin á einum nýggjum Sjúklingahotelli er støðugt vaksandi, sigur Lene Hallig, leiðari á Sjúklingahotellinum Tórshavn.
Umhvørvið hevur nógv at siga
Fyri bæði sjúklingar og fylgjarar hevur tað alstóran týdning at kunna gista á hotel Tórshavn, tá neyðugt er.
Jón Thomassen er niðrið í sjúkraørindum og Rannvá Rasmussen er niðri sum fylgjari. Og tey eru púra samd: Tað hevði ikki verið tað sama at verið send á onnur hotellir í býnum.
Tað eru tær heimligu umstøðurnar, føroyska málið og hjálpin, sum er á staðnum, sum hevur alt at siga.
Jón Thomassen, sjúklingur, letur sera væl at Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Tað hevur alt at siga fyri seg at kunna vera har undir viðgerðini (Mynd: Kristianna Klein)
Nýtt hotel í umbúna
Eitt nýtt Sjúklingahotel er í umbúna, og tá tað skal byggjast snýr tað seg um at hugsa um tørvin frameftir, sigur Lene Hallig.
Sambært henni hava áleið 130 føroyingar tørv á plássi dagliga.
Tørvur er tí á í minsta lagi 200 plássum, sigur Lene Hallig, og tá eru fleiri eykapláss íroknað, sum koma væl við, tá tørvurin er størstur.
Sambært Lene Hallig er tað í øllum førum tað, sum skal til fyri at framtíðartryggja eitt nýtt hotel.




























