- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ítróttaløtan 2025: Fólkið sleppur til orðanna
Nýggjur táttur á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF, sum verður í Varpinum í Klaksvík 7. februar, er Ítróttaløtan 2025, og har sleppur fólkið til orðanna.
Føroyski ítróttafjepparin kann velja ímillum tríggjar minniligar løtur frá farna ári við at atkvøða á Sona-appini hjá Føroya Tele frá nú av til og við 7. februar, tá Ítróttaløtan verður avdúkað.
Sigursmálið tá Føroyar vinna á Kekkia á Tórsvølli (A-landsliðið í fótbólti við monnum)
Í regninum á Tórsvølli hetta sunnukvøldið í oktobur hevði Kekkia júst javnað. Vónin um sigur fánaði, men mestsum burtur úr ongum varð bólturin lagdur fyri føturnar á Martini Agnarsson, sum júst var innskiftur.
Hann var knappur og legði Føroyar á odda 2-1, og eftir hetta var sigurin ongantíð veruliga í vanda.
Hetta var ikki bara eitt mál, men eitt tekin um dirvi, trúgv og føroyska viljan.
Kekkia telist millum sterkastu landslið í Evropa. Ein risastór avbjóðing, men spælarar, venjaratoymið og ikki minst áskoðararnir, sum róptu aváskoðaraplássunum á Tórsvøll.
Tá fyrsta málið kom, birtist ein vón. Tá kekkar javnaðu, øktist spenningurin, men tá Føroyar skoraðu til 2-1, fegnaðist landið. Fólk róptu, grótu og hálsfevndust. Hetta var meira enn ein fótbóltsdystur. Hetta var ein løta, ið savnaði okkum øll.
Sigursrúsur eftir HM-sigur á Spania (A-landsliðið í hondbólti við kvinnum)
Spania var oman á meginpartin av dystinum, men føroysku kvinnunar góvust ongantíð at stríðast.
Tað eydnaðist at vinna seg eitt mál framum, og tá Rakul Wardum bjargaði í síðsta minutti, sá gott út. Venjarin tók leikbrá, og síðstu ætlanirnar vórðu lagdar.
Hildu allar Føroyar ondini, høvdu spælararnir ís í æðrunum. Trýstar fingu tær bóltin fram til Janu Mittún, sum uttan at ivast setti bóltin í málið og tryggjaði Føroyum fyrsta HM-sigurin yvirhøvur.
Á áskoðaraplássunum sóust ovurfegin viðhaldsfólk og onkur, sum ikki fekk hildi tárunum aftur. Tveir dagar seinni tryggjaðu kvinnurnar sær plássið í miðumfarinum við tryggum sigri á Paraguay.
Ein løta, sum vísti øllum gentum og ungum spælarum, at leiðin upp til heimsins bestu ikki bert nýtist vera ein dreymur
Rúni Øster ognar Benjamini Gunnarstein, sála, trífalda sigurin á Oyggjaleikunum (badminton, menn)
Undan oyggjaleikunum á Orknoyggjum fekk badmintonspælarin Rúni Øster eini boð frá vinmanninum og fyrrverandi venjaranum, Benjamini Gunnarstein, sum var illa sjúkur av krabbameini.
“Ger tað ómøguliga møguligt og vinn allar 3 fyri meg!”
Júst tað gjørdi Rúni Øster. Eftir sigrarnar í tvímansleiki við monnum og blandaðum tvímansleiki krýndi hann avrikið við at gerast fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið mansfinaluna í einmansleiki á oyggjaleikum.
Rómurin í høllini var øgiligur, og sigurin var søtur. Eftir dystin ognaði ein kensluborin Rúni Øster Benjamini Gunnarstein sigrarnar.
- Tað var fantastiskt at gera hetta fyri Føroyar. Eg vildi tað so gjarna. Eg havi eisini gjørt tað fyri ein annan mann. Tað er Benjamin Gunnarstein. Eg elski teg, Benjamin, segði trífaldi gullvinnarin.
Benjamin Gunnarstein andaðist seinni í 2025.
Sí tær tríggjar minniligu løturnar frá 2025 í innslagnum omanfyri.


























