Búfelagsskapurin gevur mær fleiri møguleikar

Búfelagsskapurin gevur mær fleiri møguleikar
Tíggju ára gomul mátti hon flyta av landinum, tí ov fáir møguleikar vóru í Føroyum. Nú flytur 31 ára gamla Martha Øre, sum hevur infantila autismu, ADHD og epilepsi í íbúð
Fotografur: Símun Waag
09.02.2026 - 19:24

Nú ert klárt hjá teimum átjan búfólkunum at flyta inn í nýggja búfelagsskapin hjá Almannaverkinum á Kneysum á Toftum, sum er ætlaður fólki við autismu og øðrum serligum tørvi.

Tíggju ára gomul mátti Martha Øre úr Fuglafirði, sum hevur infantila autismu, ADHD og epilepsi, flyta av landinum, tí ov fáir møguleikar vóru í Føroyum.

Nú er hon 31 ár og flytur í næstum inn í nýggja íbúð í búfelagsskapinum á Kneysum á Toftum, sum er ætlaður fólki við autismu og øðrum serligum tørvi.

Nú fær Martha sín egna bústað, umframt ein nýggjan felagsskap.

- Eg gleði meg millum annað til at fáa nýggjar vinir, og at gera ymiskt saman við teimum í felagsrúminum, sigur Martha Øre.

Tá ið Marta var tíggju, var støðan ein onnur. Martha hevði fingið staðfest ADHD, og familjan hevði eina vón um, at Martha kundi fáa hjálp í Føroyum.


Flutti til Danmarkar fyri at fáa hjálp

Í 2004 flutti familjan til Danmarkar, tí ov fáir møguleikar vóru í Føroyum.

- Vit hildu, at vit kundu fáa hjálp í Føroyum, nú hon hevði fingið eina diagnosu, men førleikin til tað var ikki til staðar. Tí kendu vit okkum noydd at fara niður at fáa hjálp, sigur Marita Øre, mamma Marthu.

Fyri sjey árum síðani flutti Martha Øre aftur til Føroya.

- Tað er meira rúm fyri mær nú, sigur Martha Øre m.a., sum flytur í egna íbúð á Kneysum um knappan mánað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650