Onnur fakfeløg kunnu helst samráða seg til aðrar treytir

Onnur fakfeløg kunnu helst samráða seg til aðrar treytir
Fíggjarmálaráðið fer helst at siga, at avtalan um lønarkarm er bindandi fyri onnur feløg eisini, men tað er eitt sindur av gummi í henni
10.02.2026 - 19:25

Tað sigur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur 

Hann vísir á, at til ber helst til hjá øðrum feløgum at samráða seg til nakað annað enn ta avtaluna, sum tey 12 feløgini hava gjørt.

 

Kjak um lønarkarm

Kjak er komið í, um avtalan um lønarkarm, sum var gjørd í síðstu viku millum 12 fakfeløg og fíggjarmálaráðið bindur onnur feløg til somu treytir. 

20 feløg sendu felags yvirlýsing út í gjár og siga, at tey taka frástøðu og fara á ongan hátt at góðtaka avtaluna.

Fleiri av fakfeløgunum, sum ikki eru við í semjuni, siga seg vera bundin av henni.

- Nú hava opinbart 12 feløg stungið restina av fakfelagsrørsluni í ryggin og innskrivað okkum í sína avtalu; eg veit faktiskt ikki ein gong, hvat eg skal meina um tað, segði Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, í Útvarpinum í gjár.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, var eisini avgjørdur.

- Vit hava ikki verið við í hasum samráðingunum, og vit síggja okkum ikki sum ein part av avtaluni, og vit góðtaka ikki at onnur feløg skriva undir, hvat skal vera galdandi fyri eini avtalu hjá Føroya Lærarafelag, segði hann.

 

Hava ikki bundið onnur feløg

Tey, sum hava skrivað undir, siga seg ikki hava bundið onnur feløg.

- Vit hava ikki bundið nakað annað felag. Tann avtalan, sum vit 12 feløg hava gjørt, er bara galdandi fyri okkum, sigur Arni Petersen, formaður í Akademikarafelagnum. 

Í stykki sjey í avtaluni stendur, at hægri karmur bert kann avtalast við onnur fakfeløg á almanna arbeiðsmarknaðinum, um serligar treytir eru loknar og grundgivið verður við nøktandi útrokningum. 

- Fíggjarmálaráðið fer helst at siga, at hetta bindur onnur feløg eisini, men orðingarnar her ligiligar, sigur Regin Berg.

 

Í stríði

Fakfeløgini eru nú í stríði sínámillum.

- Tað er óheppið við stríði, men vit mettu tað vera rætt at gera ein felagslønarkarm nú, sjálvt um øll feløgini ikki eru við, sigur Arni Petersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173