Trupult hjá ungum at koma inn á bústaðarmarknaðin

Trupult hjá ungum at koma inn á bústaðarmarknaðin
Tað kostar nógv hjá ungum at seta búgv, og tað er sera hart at koma inn á bústaðarmarknaðin
02.03.2026 - 19:43

Búskaparráðið heitti í dag á politikararnar um at gera nakað við bústaðartrotið.

- Landskassin hevur havt stór hall í fleiri ár, at tað er ikki góður fíggjarpolitikkur, segði Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, tá ið hann legði tølini fram í dag.

Tað er sera tungt fíggjarliga bæði hjá lesandi og nýútbúgvnum at hava ráð til íbúð ella til hús.

Maria Djurhuus Larsen úr Dali lesur sjýukrarrøktarfrøði. Hon hevur arbeitt í nøkur ár, men nú býr heima aftur í Dali, tí tað er so dýrt at leiga.

- Eg arbeiði eitt sindur við síðuna av, men lestnaðurin krevur nógv, so tað er ikki so lætt, sigur hon.
 

Bygdi hús eftir arbeiðstíð

Men eisini hjá teimum, sum eru liðug at lesa og fáa góða løn, hevur verið sera krevjandi at seta føtur undir egið borð.

Jóhann Østerø og konan lósu í Onglandi. Heimkomin búðu tey bíliga hjá verforeldrunum í nøkur ár fyri at savna pengar saman til at byggja egin hús.

Fyri at fáa ráð at byggja hevur Jóhann Østerø bygt meginpartin av húsinum aftaná arbeiðstíð saman við vinfólki og harvið hava tey spart millum eina og tvær milliónir í arbeiðsløn.

Fyri góðum ári síðani fluttu tey inn í húsini í Søldarfirði.

- Tað var sera strævið í byggitíðini, men eg eri glaður fyri tað nú aftaná, sigur Jóhann Østerø.

 

1,2 milliardir í halli í fimm ár

Landskassin hevur havt stór hall síðstu árini, og nakað má gerast við tað, sigur Búskaparráðið.

Tølini vísa, at síðstu trý árini hava verið stór hall, og tað vísa metingarnar eisini fyri 2026 og 2027. Tilsamans verður hallið hesi fimm árini frá 2023 - 2027 1202 milliónir krónur, 1,2 milliardir krónur.

Johnny í Grótinum vísti tó eisini á, at tað er nógv jaligt at síggja.

Fyri hálvum ári síðan varð metingin, at føroyski búskapurin fór at vaksa 2,0 prosent í 2025. Men eftir nýggjastu metingini er búskaparvøksturin í fjør hækkaður upp í 5,8 prosent, og í ár verður mett, at hann verður 6,2 prosent.

Ráðið mælir eisini til at broyta skipanina við fiskidøgum til kvotur, tí tað verður mett at vera eitt betri stýringsamboð fyri veiðitrýstið á teimum ymisku fiskastovnunum.

Búskaparráðið mælir til nýskipanir og sparingar. Tey nevna sum dømi møguleikan at lækka talið av kommunum, at fáa dubultfunktiónir burtur á eitt nú sjúkrahúsøkinum og millum land og kommunur á almannaøkinum. Somuleiðis, sigur Búskaparráðið, eru nógvir smáir fólkaskúlar og stovnar bæði í almannaverkinum og á eldraøkinum. 

Búskaparráðið sigur eisini, at bústaðartrotið má takast í álvara. Tey nevna millum annað, at kommunur kunnu áseta bústaðarskyldu og at avmarka stutttíðarleigu. Onnur tiltøk kunnu vera at áseta fastognarskatt og at stigvíst taka rentustuðulin burtur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066