Løkke: Føroyar og Grønland skulu hava sjálvstøðugan limaskap í IOC

Løkke: Føroyar og Grønland skulu hava sjálvstøðugan limaskap í IOC
Enda Føroyar millum 12 tey bestu londini í HM-endaspælinum í januar næsta ár, gevur tað atgongd til OL í Los Angeles í 2028
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, ætlar at at brúka nógva orku at sannføra altjóða olympisku nevndina, IOC, um at Føroyar og Grønland eiga at fáa sjálvstøðugan limaskap.
Mynd: Simon Wohlfahrt/AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.06.2026 - 15:12

Tað kann gerast ein sera stórur trupulleiki fyri ríkisfelagsskapin, um føroyska hondbóltslandsliið spælir seg til Olympisku Leikirnar í 2028.

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, í samrøðu við Politiken.

Tí ætlar Lars Løkke Rasmussen sær at brúka nógva orku til at sannføra altjóða olympisku nevndina, IOC, um at Føroyar og eisini Grønland eiga at fáa sjálvstøðugan limaskap, sum er ein fortreyt fyri at luttaka í OL.

Møguleikin fyri føroyskari OL-luttøku er aktuellur, nú føroyska manslandsliðið í hondbólti er við til heimsmeistarakappingina í hondbólti í januar. Enda Føroyar millum 12 tey bestu londini í HM-endaspælinum í januar næsta ár, so kann tað í princippinum lata dyrnar upp til Olympisku Leikirnar í Los Angeles 2028. Tí tá vera Føroyar við millum tey lond, sum sleppa at kappast um OL-luttøku.

Men hvørt limaland í IOC kann bara hava eitt landslið í hvørjari ítróttargrein, og Danmark hevur millum heimsins bestu hondbóltslandslið.

 


Møguleikin fyri føroyskari OL-luttøku er aktuellur, nú føroyska manslandsliðið í hondbólti er við til heimsmeistarakappingina í hondbólti í januar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Klaksvíksstríðið fer at blikna

-Sjálvandi vil ein slík støða elva til stóra vreiði og frustratiónir. Tá vil Klaksvíksstríðið og alt, sum vit upplivdu í tí søguni, blikna, sigur Lars Løkke Rasmussen og sipar til støðuna í 1955, tá fleiri enn 100 danskir løgreglumenn vórðu sendir til Klaksvíkar at steðga ófriðnum, og ónøgdini við danska yvirveldið.

Formaðurin í danska ítróttarsambandinum, DIF, Hans Natorp, metir at uppgávan at sannføra IOC um at geva Føroyum og Grønlandi sjálvstøðugan limaskap, er sera trupul.

- Sjálvandi stuðlar DIF føroyska og grønlendska ynskinum um IOC-limaskap. Og tað hevði verið fantastiskt, um tað eydnaðist. Men ein slík avgerð hjá IOC hevði sent politisk signal, sum kundu elvt til stórar trupulleikar í nógvum regiónum um heimin, sigur Hans Natorp við Politiken.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096