- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongin orsøk at stúra fyri íslendsku fiskivinnuni

Nú tað nærkast til fólkaatkvøðuna, har íslendska fólki skal taka støðu til um Ísland skal samráðast um ES-limaskap, arbeiðir Evropeiska rørslan í Íslandi (European Movement Iceland) hart við at sannføra fólk um, at tey skulu siga ja til samráðingar við ES.
Grundgevingirnar ímóti limaskapi snúgva seg í stóran mun um íslendsku fiskivinnuna. Ein av grundgevingunum ímóti er, at um Ísland veður ES-limur, so kann tað vera, at skip úr øðrum ES-londum fara at kunna fiska í tí øki, sum í dag er íslendskur sjógvur. Men hesum vísir Sneirós Sindradóttir, sum er stjóri í íslendsku evroparørsluni aftur.
Summi av teimum, sum ætla at atkvøða nei tann 29. August stúra eisini fyri, at íslenska fiskivinnan kanska ikki fer at halda fram við at vera íslendsk, um Ísland verður limur. Væntað verður, at onnur ES-lond kunnu keypa seg inn í íslendska fiskivinnu. Hesum stúrir Sneirós Sindradóttir tó ikki fyri
Ein onnur stúran er, at íslendska fiskivinnan skal stýrast í Brússel um ísland fer upp í ES, men tað verður hon í ein mun longu, sigur stjórin í evroparørsluni í Íslandi, sum minnir á, at stýringin er grundað á gransking, sum eisini verður framd av íslendingum sjálvum. Eisini heldur hon, at Ísland fer at standa sterkt í samráðingum um kvotabýti, í einum møguligum limaskapi.
























