Pauli setti allar upp á pláss í Eysturoynni - avgerðin fellur í dag

Pauli setti allar upp á pláss í Eysturoynni - avgerðin fellur í dag
Pauli Poulsen vann sannførandi á næstseinasta teininum í Kring Føroyar-súkklukappingini, og sigurin samanlagt er nærum vísur undan seinasta teininum í Havn í dag
Mynd: Reidar F. Joensen  
 
23.08.2026 - 12:22

Pauli Poulsen vann sannførandi, tá næstseinasti teinurin í Leif Mohr Kring Føroyar varð súkklaður í Eysturoynni í gjár.

Skálamaðurin fór undan Bergtóri Thorsteinsson og Kostas Garoflos, og kom á mál á Kambsdali umleið tríggjar minuttir fremstur, og nú er leiðslan so mikið stór, at Kring Føroyar-sigurin nærum er vísur.

Súkklað varð úr Kambsdali til Runavíkar, runt um Agnið til Toftir til Lamba og Glyvradal. Síðan aftur um Gøtueiði til Leirvíkar, áðrenn leiðin gekk aftur til Kambsdalar umvegis gamla leirvíksvegin.

Teir tríggir fóru skjótt frá, og Pauli Poulsen fór undan á veg niðan á Hústoft omanfyri Lamba. Hann er nú smáar fimm minuttir frammanfyri Bergtór Thorsteinsson, sum er hálvan fjórða minutt frammanfyri Kostas Garoflos.

Tí er sera sannlíkt, at tað verður endaliga støðan millum tríggjar teir fremstu, men Pauli Poulsen hevur fyrr roynt at punktera í kapping, so hann kennir seg neyvan heilt vísan fyrr enn hann fer um mállinjuna eftir seinasta teinin í dag.

Súkklingin í dag byrjar klokkan 14.00 við Leif Mohr á Hoyvíksvegnum í Havn, har málið eisini er. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040