SF26: Tignarligari torg

SF26: Tignarligari torg
Pallurin á Torginum á Summarfestivalinum, ið hevur ligið kroystur millum eina standmynd, ein ítróttarhandil og sølubásar, hevur fingið munandi tignarligar staðseting í ár
Uni Leitisstein Hansen
Erik Biskupstø, fyriskipari, fegnast um, at pallurin á Torginum er uppstigaður og meira tignarligur
06.08.2026 - 11:00

Pallurin á Torginum á Summarfestivalinum hevur verið ein sera lítið tignarligur pallur at bjóðað tónlistafólki at framføra á, har hann hevur staðið kroystur millum eina standmynd, ein ítróttarhandil og sølubásar.

Har hava nøkur av okkara fremstu tónlistafólkum verið noydd at staðið og spælt í einum meldri, ið hevur mint mest av øllum um eina farhøll á einum stórum flogvølli. 

Í ár er øðrvísi. Tíbetur, og tað er sanniliga uppá tíðina. 

Pallurin, ið er væl størri í ár, stendur nú á Bøgøtu og vendir oman oman móti Vágsbøi. Ein munandi tignarligari staðseting. 

 

Rullandi pallur

"Glógt er gestsins eyga," staðfestir Erik Biskupstø, fyriskipari av Summarfestivalinum, tá hann verður spurdur, hví teir ikki hava flutt pallin á Torginum á Summarfestivalinum fyrr. 

Fyriskiparin vísir eisini á, at nýggi pallurin stendur á hjólum og kann skjótt flytast burtur av Bøgøtu, tá festivalurin er liðugur. Gamli pallurin var hinvegin bygdur upp av modulum. 

"Tað ger stóran mun, tí tað er skjótt at pakka pallin niður og flyta hann av Bøgøtu, so býurin kann latast upp aftur eftir festivalin. Fyrr hevur mann hildið, at tað er snøggast at hava pallin burtur frá Bøgøtu, tí tað tók munandi longri tíð at pakka hann niðuraftur."

Í ár kunnu nøvn sum Heine Lutzen, Herborg Torkilsdóttir, Steintór Rasmussen, Tórfríð Tavsen, Signar & John, Jakobina Ellingsgaard og danski bólkurin Going for the One hoyrast á pallinum á Torginum. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096