SAKARIS í løtuni: – Nú hugni eg mær!

SAKARIS í løtuni: – Nú hugni eg mær!
SAKARIS hevur funnið nýggja gleði í tónleikinum. Føroyska málið fyllir meira enn nakrantíð, og saman við bólkinum GØ gleðir hann seg hvørja konsert.
08.08.2026 - 19:16

Seinasti dagurin á Summarfestivalinum er byrjaður, og nógv spennandi er á skránni. Millum teirra, sum fara á pall í kvøld, er Sakaris Emil Joensen, sum saman við bólkinum GØ spælir í Tjaldinum á midnátt. 

Í heldur ivasama veðrinum eru teir komnir inn á turt. Í løtuni spæla teir í hugnaligu og søguligu stovuni í Nólsoyar Páls húsi mitt í Klaksvík. 

Til framførsluna “í løtuni” vildi SAKARIS hava tað einfalt, lætt og fólksligt, og tí var upplagt at taka sangin “Aalborg”. 

Tá SAKARIS verður spurdur, hvat sangurin snýr seg um, er svarið ikki heilt einfalt. Tað kann nevniliga vera so nógv. 

– Fólk koma alla tíðina til mín við sínum egnu hugskotum um, hvat hann snýr seg um. Onkur hevur spurt, um hann snýr seg um at gevast at roykja, onkur annar um at gevast at drekka, og onnur halda, at hann snýr seg um hjartasorg. Tað er alt millum himmal og jørð. 

Júst tað dámar SAKARISI væl. Hann vil fegin lata lurtaran gera sína egnu tulking og lata hugflogið spæla. 

– Tá haldi eg, at tónleikurin veruliga hevur virði. 

Fleiri lurtarar kenna seg aftur í sangunum hjá Sakarisi, og tað er nakað, sum hann er tilvitaður um, tá hann skrivar. Ofta er tað júst tá, ið hann heldur, at tað, hann skrivar um, er ov smalt og persónligt, at flestu viðmerkingarnar koma. 

– Eg royni at vera ordiliga erligur móti mær sjálvum. Av tí sama verður mann eisini erligur móti lurtaranum, og tá rakar tað harðari. Kanska rakar tað færri fólk, men tað rakar tey fólkini harðari. 

Føroyska málið er ein gullnáma 

Fyrr í summar gav SAKARIS út nýggja staklagið “Eg angri einki”, sum av álvara hevur fingið luft undir veingirnar. Føroyska málið fyllir nógv í tónleikinum hjá honum í løtuni. 

SAKARIS hevur áður skrivað nógv á enskum, men seinastu árini hevur hann í størri mun skrivað á føroyskum. Tað hevur givið honum nýggjar møguleikar sum tekstahøvundi. 

– Tað er so nógv, sum ikki er sagt. So nógv, sum ikki er gjørt. Fyri ein tekstahøvund er tað bara ein gullnáma. Tað er so nógv, sum mann kann siga, og so nógvir møguleikar. 

– Nú hugni eg mær 

Á midnátt fer SAKARIS á pall í Tjaldinum saman við GØ. Fyri hann er endamálið við konsertini einfalt: Fólk skulu hugna sær, hava tað gott og kanska halda, at verðin er eitt sindur deilig í ein tíma. 

Nógv er broytt, síðan Sakaris fyrstu ferð spældi á Summarfestivalinum. Fyrr stóð hann í stóran mun einsamallur við fyrireikingunum til konsertirnar, og tað kundi gerast einsligt. 

Nú hevur hann funnið saman við bólkinum GØ og samstundis funnið aftur gleðina við at spæla saman við øðrum. 

– Nú hugni eg mær! Eg gleði meg til venjingarnar hvørja ferð, tí vit hava tað so skeg. Og eg gleði meg meira enn nakrantíð at fara á pallin. 

Við einum brosi leggur Sakaris afturat, at hann neyvan fer aftur til lívið sum solistur. Honum stórtrívist saman við monnunum í GØ.

Hoyr SAKARIS í løtuni omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558