Loyvi bøta um trygdina

Loyvi bøta um trygdina
Eitt loyvi skal til fyri at koyra ávís akfør, og nú skal hetta kravið vera meira víðfevnt
18.08.2026 - 19:16

Eitt loyvi skal til fyri at koyra trukk, og nú er ætlanin at hetta eisini skal vera galdandi fyri onnur arbeiðstól.

Hetta er eitt gleðiligt framstig fyri arbeiðstrygdina, sigur Esther Dahl, HR- og HTU-leiðari í Faroe Ship.

Tó merkir hetta, at arbeiðsgevarar og førarar skulu í holt við eina ávísa umskipan, sum sambært Esther Dahl kann vera krevjandi, serliga í byrjanini.

Tí er tað, sambært henni, umráðandi, at broytingin ikki verður framd frá degi til dags, so fyritøkurnar hava ein møguleika at fylgja við.

Hóast fleiri krøv um loyvi eru á veg, so eru tað kortini akfør sum stakkarin, sum ikki eru fevnd av kunngerðini. 

Hetta er eitt sterkt akfar, sum er nógv størri enn ein trukkur til dømis, so um tað er ein feilur, at stakkarin ikki er við, ella um tað er ein orsøk, sum vit ikki kenna til, er ógreitt, sigur Esther Dahl.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531