Óvist, nær vaktarskip eru aftur í sigling

Óvist, nær vaktarskip eru aftur í sigling
Tjaldrið kemur aftur í sigling, eftir at tað fekk motorskaða hóskvøldið. Brimil er til stóra umvæling, og tí er einki vaktarskip í sigling.
24.08.2026 - 19:24

Vit hava tvey vaktar- og bjargingarskip í Føroyum. Tjaldrið, sum er frá 1976, og Brimil, sum er frá 2000.

Brimil er í løtuni til stórt viðlíkahalds- og umvælingararbeiði. Ætlanin var, at Tjaldrið einsamalt skuldi røkja uppgávuna sum vaktar- og bjargingarskip á føroyskum sjóøki, meðan Brimil ikki er í sigling.

Men hóskvøldið fekk Tjaldrið maskinskaða, og síðan hevur einki føroyskt vaktar- og bjargingarskip verið í sigling.

Trýstlegan farin
Jóhan Simonsen, fyribilsstjóri á Vørn, og Jóannes Heimustovu, samskipari hjá Vørn, siga við Kringvarpið, at trýstlegan, sum tekur ímóti trýstinum frá skrúvuni, er farin. Frammanfyri hann er eitt felags gear, sum kann hava fingið skaða. Ein av døgunum verður hugt inn í gearið, fyri at vita, um nakar skaði er hendur har.

Fyribilsstjórin dugir ikki at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at umvæla motorskaðan á Tjaldrinum. Tað er ógreitt, hvussu stórur skaðin er. Serfrøðingar skulu koma úr øðrum londum, og møguligir eykalutir skulu eisini finnast í øðrum londum.

Brimil er hinvegin til ætlaða umvæling, og tí ber betur til at siga, nær hann verður liðugur. Ein politiv meting er, at Brimil er aftur í sigling hálvan oktobur, sigur Jóhan Simonsen.

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040