Tekur enn undir við fíggjarlógaruppskotinum

13.12.2018 - 08:52
Innlendis›Politikkur
Tekur enn undir við fíggjarlógaruppskotinum
Hóast Magni Laksáfoss var firtin, tá uppskotið um broyting í rúsdrekkalógini fall, so hevur hann ikki tikið stuðulin til fíggjarlógina aftur.

Magni Laksáfoss er avgjørdur tá hann í gjárkvøldið varð spurdur, um hann fer at taka undir við fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni.

- Tað fari eg, sigur hann. 

Magni Laksáfoss hevði millum annað fingið lovað stuðul til uppskotið um broyting í rúsdrekkalógini, skuldi hann taka undir við fíggjarlógini. Tá samanumkom fall uppskotið.

Samráðingar vóru millum Magna Laksáfoss og samgonguna í gjár, og tá samanumkom varðveitti samgongan atkvøðuna.

- Vit hava sitið á fundi og prátað saman, og vit hava gjørt nakrar tillagingar í semjuni, soleiðis at báðir partar kunnu vera nøgdir við semjuna, segði Magni Laksáfoss í gjár. 

Samgongan arbeiðir í løtuni við at avgreiða álitið um fíggjarlógina. Sum skilst verður álitið lagt fram í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938